fyrimunur hjá landsstýrisfólkunum. Hann hevur fyrr sagt, at hann hevur varhugan av, at tiltøk eru á veg á fiskivinnuøkinum sum hann ikki hedur eru í samsvari við lógina og at hann fer at hava eitt vakið [...] Politikkur Hóast nývalda Løgtingið ikki fer til arbeiðis, fyrrenn á Ólavsøku, eru tað tó summar av tingnevndunum, sum so smátt eru farnar til verka. Ein av teimum er Landsstýrismálanevndin, sum hevði sín [...] hinvegin hevur drúgvar royndir í politikki og hann er samstundis formaður. Óavgreidd mál Hann sigur, at á hesum fundinum fingu nevndarlimirnir ein a frágreiðing upp uppgávurnar hjá nevndini. Harafturat fingu
Brimli á Oyndarfirði mánadagin. Frammanundan vitjanini á Hellunum, har málið var smoltstøðin hjá Laksá, hevði Brimil ført norska fiskimálaráðharran úr Havn og norður til Klaksvíkar, har vitjað varð á Kósini [...] Kósini og á einum kryvjivirki. Í Klaksvík tók Jákup Sólstein sær av ferðalagnum. Sosialurin í Saltangará hevði biðið Jørgen Niclasen sagt okkum frá, tá ið Brimil fór av Klaksvík á veg móti Oyndarfirði, tí [...] tí tað er ikki á hvørjum sinni, at ein norskur fiskimálaráðharri vitjar á Hellunum. Sum sagt, so gjørt. Tískil fekk Sosialurin høvi at vera við, tá ið umboð fyri smoltstøðina vístu Sveini og Jørgeni saman
Svalbard, Sosialurin: Uttast í Van Mijenfjørðinum á sunnalaga á vesturstrondini á Svalbard liggur Akseloyggin sum ein bylgjubrótari og letir hendan fjørðin aftur. Báðumegin við er smøl sund inn móti f [...] ár verið veiðumaður á Svalbard og býr meginpartin av tíðini einsamallur á hesi oyggj, har hann serliga livir av at savna æðudún, reinsa hetta og selja tað til dýnur og koddar niðri á europæiska meginlandinum [...] sýslumaðurin er á vitjan einaferð um árið. Men tað eydnðist at síggja oynna, hóast eitt sindur í fjarstøðu. Sosialurin vitjaði norska námsbýrin Sveagruva, sum liggur longri inni í fjørðinum og á veg heimaftur
verður longu aftur á Jóansøku, og tá stendur Býarkoyring á skránni. Koyrt verður millum annað á tiltiknu Krosslábrekkuni. Børn og ung sleppa eisini at royna seg. Telmelding verður á staðnum, og lýst verður [...] Leiðin gekk so sama veg aftur til Hósvíkar. Teinurin er rættiliga góður til einkultstart og teinurin mátaði 35,1 km. Sverri til dystin fúsur Tað var ein væl upplagdur Sverri sum setti seg á súkkluna leygardagin [...] kl. 12. Hann traðkaði væl á pedalurnar - koyrdi í einum passaliga tungum geari - og megnaði tí at koyra við einari góðari ferð allan samlan vegin. So væl gekk, at tá hann kom á mál vísti meðalferðin 38
liggur á støðum, tað ikki átti at ligið. Eisini hóast tað er slíkt, sum vanliga hevði forgingið í náttúruni. Men hendan dagin, Sosialurin var ein túr á Hellunum, lá eitt ræð av einum deyðseyði á vegnum [...] vegnum. Mitt á einum víkiplássi á almenna koyrivegnum innan fyri bygdina, lógu rovini av tí, einaferð hevði verið eitt livandi kríatúr. Og tað hevði ligið leingi. Roðið var mestsum heilt og helt beinunum saman [...] frá okkum í nátúruna, er ógfyrigevilig synd móti henni. Rættiliga vanligt er á gongutúrum millum bygdir, fram við vøtnum og á fjøllum, at finna bæði pappír, plast og ikki minst fløskur. Bæði heilar og brotnar
Studentsprógv Í ár eru 34 pisur klaktar á Studentaskúlanum í suðuroy, 16 á málsligu deild og 18 á matematisku deild. Teir 34 studentarnir fingu prógvini handað á samkomu í skúlanum seinnapartin mikudagin [...] setti ein serligan dám á hátíðarløtuna við nøkrum sangum. Fyri pisurnar Takkaði Heidi Bjarkhamar úr Vági fyri tíðina á skúlanum. Í røðu síni fyri studentarnar, segði Mads Winther, at á lívsleiðini eru tað [...] tað ymsir varðar, sum eru avgerðandi fyri, hvønn veg, leiðin gongur. Á veg frá einum varða, hava vit næsta varða í eygsjón. ?Dagurin í dag er ein týdningarmikil varði fyri tykkum øll.Tit hava í fleiri ár
kumorgunin í seinastu viku vóru nakrir norðurlendskir journalistar, sum vóru á skeið á Svalbard, vitni til eina bjarging á ísinum beint undir einum jøkli í stóra Ísfjørðinum, har millum annað Longyearbýurin [...] seinastu viku á ferð við svenska skipinum Origo úr Longyearbýnum og norður til Ny Aalesen, sum liggur á 79 stigum, tá vit hoyrdu neyðarkall. Tað var Svalbard Radio, sum kallaði. Trý fólk vóru stødd á ísinum og [...] og tað eina, ein ungur maður hevði koygt sær beinið. Tey vóru á veg á skí úr Longyearbýnum og skuldu ganga til Ny Aalesund, ein ferð, sum vanliga tekur 12 dagar. Eftir sum ungi maðurin ikki var álvarsliga
kemur við tilráðingum á hvørjum ári um, hvussu stórt trýsti á fiskastovnarnir eigur at verða. Vit hava longu nú fingið treytir at merkja okkara fiskavørir t. v. s at vit skriva á etikettir ella "labels" [...] sølu kemur á hægri fagligt støði. Tað bestu marknaðarføringina fyri fagliga støði hjá tykkum, er fingin gjøgnum European Business Game, við at næmingar hava víst, at teir eru mentir at kappast á jøvnum føti [...] at vit náa settum málum. Politiski myndugleikin hevur onga meining havt um fiskivinnuna á landi, men einans á sjógvi, tó eru allir samdir um, at tær loysnir sum gjørdar vóru í 92, vóru kreppuloysnir,
til barnaheimið á Gørðunum. Sum vaksin á veg til Danmarkar, fortelur hon, at tá fjallatindarnir fóru undir, føldi hon seg so einsamalla og fór sostatt niður í kamarið, legði seg á knæ á dúrkið og gav seg [...] hæddin í arbeiðnum. Frk. Hansen vildi so fegin hava eina slíka sama summarið; tí bleiv ytsta húsið á Tinganesi leigað og var hetta fyrsta summarlega í Føroyum. So nógvar gentur teknaðu seg, at tvær legur [...] arbeiðið við øllum tess greinum. Betri stað fannst ikki, tá hugsað verður um, at her var Jesus boðaður á fyrsta sinni í landi okkara. J. Waagstein, listamálari, ið var giftur við mostur frk. Hansen, gav okkum
hjá Thor alt frá svartkalvafiskiskapi undir Føroyum, til frálandavinnu úr Singapore. Eitt skip er á veg norður eftir úr Gabon. Eitt er í vinnu í Egyptalandi. Eitt er í Singapore, og tvey eru í Norðsjónum [...] Esbjerg og fer helst at fáa gamla navnið, Esvagt Connector, aftur, sigur Gunnbjørn Joensen, stjóri á P/F Thor í Hósvík, sum er føroyski parturin av felagnum Esvagt-Thor. Hann sigur, at útlitini komandi [...] komandi árið eru ov ótrygg til, at tað kann loysa seg at hava skipið skrásett í Føroyum til at liggja á spotmarknaðinum. Til tess krevst ov nógvur bundin kapitalur, at tað kann bera til, sigur hann. Hinvegin