Politikkur
Hóast nývalda Løgtingið ikki fer til arbeiðis, fyrrenn á Ólavsøku, eru tað tó summar av tingnevndunum, sum so smátt eru farnar til verka.
Ein av teimum er Landsstýrismálanevndin, sum hevði sín fyrsta veruliga fund í farnu viku.
Allir tríggir limirnir í Landsstýrismálanevndini hava ikki roynt tað fyrr at verið í nevndini og tveir av teimum eru harafturat púra feskir í landspolitikki yvirhøvur, tí bæði Kaj Leo Johannesen og Jákup Mikkelsen eru nývaldir í Løgtinginum.
Triði nevndarlimurin er Heini O. Heinesen, sum hinvegin hevur drúgvar royndir í politikki og hann er samstundis formaður.
Óavgreidd mál
Hann sigur, at á hesum fundinum fingu nevndarlimirnir ein a frágreiðing upp uppgávurnar hjá nevndini.
Harafturat fingu teir eina frágreiðing um tey mál, sum enn liggja í nevndini og sum tað ikki eydnaðist undanfarnu nevnd at avgreiða.
Eitt av teimum málunum er spurningurin um tunfiskaloyvini.
Heini O. Heinesen sigur, at hetta er eitt mál, sum hevur ligið í nevndini heilt síðani 1999, uttan at tað hevur eydnast at avgreiða tað.
Tað, sum Landsstýrismálanevndin skal avgreið í hesum føri er, um øll eru viðgjørt á jøvnum føti í sambandi við tunfiskaloyvini og um tað er loyvt at selja tey.
Eitt annað mál, sum eisini hevur verið drúgvt, er eitt mál um upphøggingarstuðul .
Eitt av skipunum, sum fekk upphøggingarstuðul, var trolarin Snoddið, sum varð seldur til Íslands. Men síðani hevur N. J. Mortensen á Tvøroyri keypt bátin aftur úr Íslandi og givið honum navnið Rasmus Effersøe.
Endamálið við upphøggingarstuðlinum var at avmarka veiðitrýstið. Og spurningurin, sum Landstýrismálanevndin skal taka støðu til, er, um Landsstýrið hevði heimild at geva N.J.Mortensen loyvi at koma til lands við skipinum tí í lógini stendur beinleiðis, at skip, sum fáa upphøggingarstuðul, skulu ikki aftur í føroyska fiskiflotan.
Eftirlit og fyribyrgja
Annars sigur Heini O.Heinesen, at endamálið hjá landsstýrismálanevndini er at hava eftirlit við landstýrisfólkunum, so at tey umsita síni málsøki á rættan hátt.
--? Men endamálið er eisini at fyribyrgja og at forða fyri, at landsstýrisfólk koma illa fyri og tað haldi eg bert kann vera ein fyrimunur hjá landsstýrisfólkunum.
Hann hevur fyrr sagt, at hann hevur varhugan av, at tiltøk eru á veg á fiskivinnuøkinum sum hann ikki hedur eru í samsvari við lógina og at hann fer at hava eitt vakið eyga við umsitingini hjá Jørgin Niclasen, fiskimálaráðharra.
Heini O. Heinesen sigur at tað skal sjálvandi ikki skiljast so, at Landsstýrismálanevndin fer at ansa betri eftir Jørgin Niclasen, enn eftir hinum landsstýrisfólkunum.
Men hann leggur kortini aftruat, at hann hevur frætt at ætlanir eru frammi á fiskivinnuøkinum, sum ikki eru í samsvari við lógina og at hann fer at fylgja við, hvussu tær verða avgreiddar í Fiskimálaráðnum
Tað, hann sipar til, er, at hann hevur frætt, at menn eru í ferð við at keypa útróðrarbátar og at leggja fiskiloyvini yvir til línuskip ístaðin.