Tit skulu tora at vinna!

? Tit skulu tora at vinna, tit skulu tora at tapa, tit eru sum menniskju einastandandi, og útbúgving tykkara skal lyfta fiskivinnuna á hægri støði, segði Kaj Leo Johannesen, løgtingsmaður, í røðu fyri teimum 11 næmingunum, sum fingu Hægri Prógv Innan Fiskivinnu (HIF) á Fiskivinnuskúlanum hósdagin

Eg vil takka fyri at verða boðin við fyri at siga nøkur fyri tykkum, sum hava tikið eitt stig víðari innan fiskivinnuna, tit hava við hesi útbúgving fingið ábyrgd av fiskivinnuni, soleiðis at hon framhaldandi kann mennast, til tað bestu í heiminum, tað kunnu tit gera, partvís við vitan, sum skúlin hevur givið.
Tað er eingin loyna at fiskivinnan manglar fólk, sum hava tikið útbúgving, soleiðis at alt kjak um menning innan fiskarí, framleiðslu, og sølu kemur á hægri fagligt støði.
Tað bestu marknaðarføringina fyri fagliga støði hjá tykkum, er fingin gjøgnum European Business Game, við at næmingar hava víst, at teir eru mentir at kappast á jøvnum føti, við okkara vinir og kappingarneytar í Europa.
Tit hava gløggsemi og hugskot, sum ikki bara kappast, men eisini vinna kappingar av slíkum slag, hinvegin sær tað út til at verða ringt at fáa íleggjarir ella bankar við í hesar verkætlanir.
Ítrótturin kundi lært av fiskivinnuskúlanum við at broytt orðingina "vit eru við fyri at læra" til "vit eru við fyri at vinna", tí uttan mun til, um vit vilja ella ikki, so eru vit øll meldað til alheims kappingina, um at gerast best innan fiskivinnu á landi og sjógvi
Tað er lætt at proklamera flosklar um, at vit skulu vísa fiskivinnuni størri ans, men vit mugu eisini kunna siga, og vísa í verki, at vit náa settum málum.
Politiski myndugleikin hevur onga meining havt um fiskivinnuna á landi, men einans á sjógvi, tó eru allir samdir um, at tær loysnir sum gjørdar vóru í 92, vóru kreppuloysnir, tá so fiskivinnan í 2002, heldur fram at virka eftir politiskum kreppuloysnum, so sigur tað seg sjálvt, at vit ikki síggja nakran váðafúsan kapital.
Vit hava fyri stuttum havt seminar um lønsemi í Føroysku fiskivinnuni, niðurstøðan var at okkara kappingarføri var tað besta, tann viðkomandi spurningurin hesum viðvíkjandi er, hví torir so eingin at gera íløgur í eitt nú fiskivinnuna á landi, tá hon er so kappingarfør?
Vit mugu politiskt seta pening av til útbúgving og gransking, og fáa í lag eitt betri samstarv millum, Útbúgving,Gransking og Vinnulív.
Tað verður tosað nógv um "menning" av nýggjum vørum, soleiðis at virði av okkara fiskavørum gerst hægri, hettar kann einans gerast við at vitan og kapitalur finna saman, her hugsi eg um kapital sum veruliga er risikovilligur, og sum kann bíða í minst 5 ár, fyri at fáa avkast, hettar eru íleggjarir sum eru professionellir, sum trúgva uppá eitt hugskot, sjálvt um verkætlanin, ella virkið gevur hall tey fyrstu árini.
Vit mugu staðfesta at tað at virðisøkja okkara fiskavørir ikki hevur gingið sum ætlað, hyggja vit eftir útflutningshagtølum, so síggja vit at vit,enn eru nógv best at framleiða til industri og sokallað hálvfabrikata.
Vit skulu arbeiða fram ímóti einari felags marknaðarføring av Føroyskum vørum uttanlands, eftirsum eingin føroysk fyritøka er sterk nokk, einsamøll at lyfta eina marknaðarføring, her hugsi eg ikki um tað einkultu vøruna, men um tað samlaða "image" sum brúkarin kennir aftur, hvørja ferð hann keypir Føroyskar fiskavørir, í hesum sambandi eru vit eisini noydd í størsta álvara, at hugsað um, hvussu vit koma úr triðja lands støðuni, mótvegis ES.
Hvussu verða so krøvini og framtíðaravbjóðingarnar til okkum sum fiska, framleiða, og selja fiskavørir, krøvini verða herd eingin ivi um tað, her hugsið eg serliga um umhvørvið og sporingina av fiskinum, frá havinum til endabrúkaran.
ICES kemur við tilráðingum á hvørjum ári um, hvussu stórt trýsti á fiskastovnarnir eigur at verða.
Vit hava longu nú fingið treytir at merkja okkara fiskavørir t. v. s at vit skriva á etikettir ella "labels" at henda liðugtvøran er fiskað í øki FAO 27 Northern Atlantic hettar er sjálvandi ikki av tilvild, um ICES í framtíðini kemur at siga, at veiðitrýsti skal minkast, ella vaksa við tildømis 20%, so skulu vit fylgja til-ráðingini, ella koma okkara liðugtvørir, at verða bannaðar á ES marknaðinum, so einkult er tað.
Taka vit heimsins rávørutilgongd av botnfiski, so var hon í 98 uml 9 milliónir tons, síðani hava vit havt eina minking, soleiðis at nøgdin nú er 7 milliónir tons, og tað liggur nøkurlunda stabilt, men stóra framgongdin innan rávørutilgongd, liggur innan aling av botnfiski.
Noreg roknar við at ala 370.000 tons av toski innan 10 ár, so her er ein hóttan ella ein møguleiki hjá okkum, tað er eingin ivi um at aling av botnfiski kemur at hækkað í stóran mun tey næstu árini, hettar er nærliggjandi fyri at fáa javnvág í alheims útbjóðing og eftirspurning.
Lat okkum taka USA og spyrja, hvat kapping vit eru upp ímóti, Innkeyparir á handilsmiðstøðum og matstovum kunnu tildømis, um teir keypa høsnarungar ella aldan fisk, gerða sáttmálar 18 mánaðir fram í tíðina, hvar keyparnir eru tryggjaðir fastan prís, stabila levering eftir einum fastløgdum rammusáttmála.
Teir skulu ikki hugsa um góðar ella vánaligar dollara kursir, góðsku, leveringstrygd, fiskarí, teir vilja heilt einkult hava eina so lítið stressaða tilveru, sum til ber, hillapláss á handilsmiðstøðum kostar nógvar pengar, so um okkara vørur ikki eru kappingarførar so er tað út,avkast til eigarnir av handilsmiðstøðunum, er tað týdningarmesta parametrið.
Afrika, Taiwan, Chile eru bert nøkur sum ala eitt fiskaslag sum nevnist "Tilapia" hetta er ein feskvatnsfiskur, sum í vekt kann vigað upp til 9 kg, hann veksur skjótt, og er ógvuliga lættur at ala, góðan lit, góðan lit, smakkar væl, og er skjótt á veg fram í USA, sum erstatningur fyri eitt nú Tosk.
Kostnaðurin av at ala eitt kg av hesum fiski er uml 5,00 kr/kg, samanberað vit tildømis (Laks) Salmo Salar sum vit kenna, so er kostnaðurin av at ala eitt kg uml 17.00 kr/kg, tað sum sjálvandi hendir er at forbrúkarin keypir alsamt meira av eitt nú Tilapia liðugtvørum, eftirsum tær eru bíligar, og hava eina stabila góðsku, tú veitst at hvørja ferð tú keypir, fært tú tað sum tú væntar.
Framtíðar heimstørvurin av fiskavørum veksur við umleið 0,5 til 3,0 % um árið í meðal, hettar merkjir at tørvurin í ES veksur áriga við uml 650.000 tonsum og 250.000 tonsum í USA.
Við árslok 2005 vil tað verða ein ónøktaður tørvur uppá 20 milliónir tons um árið og í ár 2010 vil tann ónøktaði tørvurin liggja uppá 40 milliónir tons um árið, tað er bert ein máti at nøkta hendan tørvin, tað er við aling.
Vit fáa av og á spurningin, hvat lívsstarv vit høvdu valt, um vit sloppu at velja umaftur, fyri meg er eingin ivi, eg hevði valt fiskivinnuna, grundin til at eg hevði valt sama lívsstarv innan fiskivinnuna er einkul "fiskivinnan er ikki eitt arbeiði men ein "Lívsstílur" sum er førur fyri at broyta mítt sinnalag, upp til fleiri ferðir um dagin.
Tit skulu tora at vinna, tit skulu tora at tapa, tit eru sum menniskju einastandandi, og útbúgving tykkara skal lyfta fiskivinnuna á hægri støði.
Einaferð enn til tykkum sum eru liðug á Fiskivinnuskúlanum, hjartaliga tillukku við útbúgvingini, og skal mín heilsan til tykkum verða "Verði móti øðrum, sum tit vilja, at onnur skulu verða móti tykkum".
Takk fyri øll somul.