Svalbard. Sosialurin:Mikumorgunin í seinastu viku vóru nakrir norðurlendskir journalistar, sum vóru á skeið á Svalbard, vitni til eina bjarging á ísinum beint undir einum jøkli í stóra Ísfjørðinum, har millum annað Longyearbýurin og Barentsburg liggja.
Ferðalagið var mánadagin í seinastu viku á ferð við svenska skipinum Origo úr Longyearbýnum og norður til Ny Aalesen, sum liggur á 79 stigum, tá vit hoyrdu neyðarkall. Tað var Svalbard Radio, sum kallaði. Trý fólk vóru stødd á ísinum og tað eina, ein ungur maður hevði koygt sær beinið. Tey vóru á veg á skí úr Longyearbýnum og skuldu ganga til Ny Aalesund, ein ferð, sum vanliga tekur 12 dagar. Eftir sum ungi maðurin ikki var álvarsliga skaddur, so avgjørdi skiparin, at bíða við at fara eftir honum til mikudagin, tá hjá ferðalagið hjá okkum kom heim aftur og tíðliga mikumorgunin lógu við uttanfyri jøkulin, har fólkini høvdu sovið í telti seinastu dagarnar.
Tey høvdu tveir pólhundar við sum drógu sleturnar við viðførinum. Talan var um tveir Alaska Husky, sum eru sera harðføriri hundar, men blíðir eisini.
Vit sigldu inn móti ísinum, men skjótt stóð skipið fast og langt var millum okkum og fólkini. Tað var heldur ikki vandaleyst hjá teimum at fara longur út á ísin, tí her var hann vátur og tunnur.
Origo bakkaði og síðan aftur við fullari ferð. Her brakaði og skrykti í skipinum, men tað breyt seg í gjøgnum og kom langt inn. Síðan varð bakkað einaferð afturat og tá komu við so langt inn, at ikki var meira enn fimti metur millum okkum og fólkini. Tey komu nú út móti skipinum, landgangurin varð settur niður á ísin og tey komu umborð í øllum góðum, hundarnir fyrst.
Órógvað av eini ísbjørn
Eitt sindur viðtikin vóru tey og troytt og tað var ikki uttan grund. Tí um seinasta døgnið høvdu tey verið órógvað av eini ísbjørn, sum hevði verið tætt hjá teimum. So tætt onkuntíð, at tey vóru um at skjóta hana.
Hendan morgunin gekk ísjørnin á ísinum og í kikara sást hon væl. Hon ræddist skipið og kom ikki nær. Talan var um eina tvey ára gamal hannbjørn søgdu ísbjarnakøn mær.
Kanska var tað ikki skipið hon ræddist, tí longur inni á ísinum var hópin av kópi, og hon nartlaðist upp í teimum.
Teir tríggir óhepnu skírennararnir fingu ein tiltrongdan kaffimunn og morgunmat og ferðin hjá teimum var at enda komin. Heima í Longyearbýnum stóð flogfarið og bíðaði og tey komu ongantíð norður til Ny Aalesund. Men tey ætla sær aftur næsta ár.
Hundarnir vóru eisini ávirkaður av bjargingini. Tað gekk av báðum endum hjá tí eina, meðan hann stóð bundin har í eini ketu. Og skjótt var ketan tann beri bleyti grøni guli ..... Hundurin var blíður og hoppaði upp til øll og ketan varð drigin gjøgnum evjuna og upp á brøkurnar hjá teimum, sum hildu seg framat.










