Faroe Connector fer úr flotanum

Stóra veitingarskipið hjá Esvagt-Thor í Hósvík fer úr flotanum og aftur undir danskt flagg. Útlitini í føroysku oljuvinnuni eru ov ótrygg í løtuni, sigur reiðarin

Útflagging


Faroe Connector fer nú aftur undir danskt flagg. Manningin fylgir við og fer undir DIS. BP var ikki sinnað at endurnýggja avtaluna millum feløgini um at hava skipið í sigling.
Stóra veitingarskipið Faroe Connector hjá felagnum Esvagt-Thor í Hósvík fer nú aftur undir danskt flagg. Skipið verður skrásett í Esbjerg og fer helst at fáa gamla navnið, Esvagt Connector, aftur, sigur Gunnbjørn Joensen, stjóri á P/F Thor í Hósvík, sum er føroyski parturin av felagnum Esvagt-Thor.
Hann sigur, at útlitini komandi árið eru ov ótrygg til, at tað kann loysa seg at hava skipið skrásett í Føroyum til at liggja á spotmarknaðinum. Til tess krevst ov nógvur bundin kapitalur, at tað kann bera til, sigur hann.
Hinvegin hevur Esvagt, sum er danski parturin av Esvagt-Thor, betri møguleikar at hava skipið til arbeiðis, tí tað felagið hevur avtalur ymsastaðni.
Esvagt-Thor hevði avtalu við bretska oljufelagið BP, sum galdandi var fram til 1. juli í ár. Men BP var ikki sinnað at leingja ta avtaluna, og er hon tí farin úr gildi í gjár, sigur Gunnbjørn Joensen.
Hann metir grundina vera, at seinasta árið var ikki nakað serligt hjá BP. Tað hava verið 24 mans við Faroe Connestor. 12 á hvørji vaktini. Teir fara at fylgja við skipinum, hóast tað nú fer undir danskt flagg. Manningin fer so undir DIS skipanina, sigur reiðarin.
Tó fer onkur einstakur burturav, sum hevur fingið annað starv, sigur hann. Men alt í alt munnu einir 18-20 mans fylgja við skipinum. Teir fara eisini í stóran mun at verða verandi umborð á sama skipi, men kunnu tó koma út fyri at skula skifta í millum skip hjá Esvagt. Esvagt hevur sáttmálar ymsastaðni í heiminum.
Og tað hevur Thor í Hósvík eisini. Í løtuni røkkur virksemið hjá skipunum hjá Thor alt frá svartkalvafiskiskapi undir Føroyum, til frálandavinnu úr Singapore.
Eitt skip er á veg norður eftir úr Gabon. Eitt er í vinnu í Egyptalandi. Eitt er í Singapore, og tvey eru í Norðsjónum.
Umframt er so garnaskipið Thor, sum fiskar svartkalva undir Føroyum. Thor hevur verið í Danmark til sandblásingar í ein mánaða í summar, sigur Gunnbjørn Joensen. Hann hevur nú gjørt einar tríggjar túrar, síðan hann kom aftur, men fiskiskapurin hevur verið heldur slakur.
?Men tað er ikki annað væntandi, heldur reiðarin, tí hetta er ringasta tíð til svartkalva, letur hann at.