ymiskum ferðaløgum, og hann lat ongan iva vera um, at gistingarhúsið er nógv betri nú, enn undan umbyggingini. - Tað er gott, at man ikki noyðist at skamma seg yvir gistingarhúsið longur. Vit høvdu eitt [...] Og eingin ivi skal vera um, at nógv er broytt á Hotel Tórshavn. Snøgt sagt alt inni á teimum 43 kømrunum er broytt. Har eru nýggjar sengur, nýggj skrivaraborð og vesi og brúsa eru á øllum kømrunum. Afturat [...] góð og hugnalig. Hotel Tórshavn hevur longu nú nógvar bíleggingar til seinni í summar, og tey vænta at hava nógvar gestir ígjøgnum alt summarið. Gistingarhúsið hevur eisini gott samstarv við ferðaveitarar
hava við roknskapin hjá peningastovnum at gera. Eitt minstakrav verður eisini sett fyri, hvussu nógvur peningur skal til fyri at seta ein peningastovn á stovn. - Fyri at seta ein peningastovn á stovn skal [...] PENINGASTOVNAR Føroyskir peningastovnar fáa við ársbyrjan heilt aðrar treytir at virka eftir. Verandi lóg um finansiel virksomhed" verður dagførd við kongligari fyriskipan, tá málsøkið er danskt. Dagføringin [...] eginpening er galdandi fyri nýggjar peningastovnar. Tað verður danski fíggjareftirlitið, sum framvegis fer at halda eyga við føroysku peningastovnum og átala stovnarnar, tá eftirlitið metir tað vera neyðugt. Lógin
jagstranina. Tað eydnaðist fýra súkklarum at súkkla seg heilt nær vinnaranum undan seinasta umfarinum, men tó at teir fingu somu tíð, so rakk hetta ikki til at taka Man-búgvan. Beint eftir førarafeltið [...] Súkklingin fekk eingi heiðursmerki á hesum sinni, men í seinastu kappingini var tó nær við, at Bogi Kristiansen helt lív í góðu hagtølunum, sum føroysku súkklararnir hava havt. Bogi var nevnliga heilt [...] tá súkklararnir við fullari ferð drønaðu runt í gamla býarpartinum í Lerwick. Hann megnaði tó ikki at fylgja heilt við, tá feltið móti endanum skrædnaði. Ein súkklari av Man fór seinastu umgangirnar av
starvsfólkum at tæna teimum, skuldi tænastan eisini verið í lagi. Undan ferðini til Føroya, hava hesi verið eitt legg í Dublin, og nú gongur leiðin so til Reykjavík og Nuuk, áðrenn kósin at enda verður [...] Vitjan Tað kann illa sigast annað, enn at punktum fyri ferðamannaárinum verður sett við manér, nú Sea Princess vitjar. Skipið, sum er skrásett á Bermuda, men sum hevur amerikanskt reiðarí, er uttan iva [...] u strondini. Tað er Skipafelagið, sum umboðar skipið her í Føroyum, og har verður eisini staðfest, at nógv størri skip enn hetta sleppa illa inn á Havnina. - Hetta skipið stingur 8,2 metrar, og tað er
lestrarvegleiðarar fara sum vanligt at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir og tey tiltøk, sum eru á skúlanum. Eisini koma fyrrverandi næmingar á gátt og fara at greiða frá tíðini á skúlanum og [...] loknan skúla. Fasti tátturin við móta-sýning verður aftur á skránni í ár, og harumframt fara næmingar at hava ymiskar framførslur við m.ø. sjónleiki. Prixaktuelli bólkurin Frostbit kemur eisini á vitjan, [...] C. Andersen verður eisini fylgur upp. Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møguleiki er at fáa kunn-ing í hesum tíðarskeiði á kunningarbásum í floks-hølunum. Ymisku framførslurnar fara fram
tað vera nakað misvísandi, hóast at tað ikki er ósatt. Tí heiti eg á miðlar okkara um ikki at brúka tey misvísandi heitini shiamuslimar og sunnimuslimar, men heldur at brúka heitini shiaarábar og sunniarábar [...] ?? Føroyskir fjølmiðlar brúka orðini shiamuslimar og sunnimus-limar til at lýsa etniskar bólkar í Irak. Eg meti hesi nøvnini at vera misvísandi. Og eg skal greiða frá hví. Ein muslimur er ein ið trýr á
Olsen. Hann helt seg síggja fimm tílíkar knívar í drápinum í gjár. Hann leggur tó dent á, at tú skalt duga at stinga og skera háls, um tú skalt nýta hendan knívin. Hóast tað kann tykjast lætt, so skal [...] Jústinus Olsen, djóralækni, var við í grindadrápinum í gjár. Hann letur væl at nýggju amboðunum, sum verða nýtt meira og meira. Nýggi knívurin, sum Jústinus heldur í hondini á myndini, verður kallaður [...] kúlu í endanum, verður kallaður fyri "blásturkrókur". - Tey nýggju amboðini rigga fínt. Tey vísa seg at vera effektiv, og alt gongur nógv skjótari. Við mønustingaranum sker tú sama stað, sum tá ið tú sker
vendir sær til ung, sum hava royndir innan film, ynskja at menna sítt filmsarbeiði bæði fakliga og listaliga og hava ambitiónir ella hugsa um at fáa sær eina yrkisleið innan film. L ærararnir á FISK 2006 [...] skúlan umvegis eina heimasíðu. So tá næmingarnir hittust á skúlanum, vóru teir klárir til at fara í gongd við at framleiða stuttfilmin. V ikuna áðrenn skúlin byrjaði, lýsti skúlin eftir leikarum til filmarnar [...] Filmssummarskúlin er stuðlaður av Nordisk Kulturfond, Mentamálaráðnum og Atlantic Airways T il ber at lesa meira um FISK 2006 á heimasíðuni www.fisk2006.org.
public-service rásirnar í øðrum londum munna brúka til at grava í smálutum, onkisigandi tíðindum og natúrligum gerandismálum sum hesum. Veit nakar at siga føroyingum frá tí? Einaferð var útvarpið ein tj [...] sum flýtur í nationalum sjálvshatri. Onkur má heita á danir ella sviar, um at beina fyri fiskimásunum í Oyrasundi, soleiðis at kringvarpið ikki framhaldandi skal destabilisera nationala flogfelagið til [...] flog vestur í sundið ímillum Danmørk og Svítjóð, skilst. Hetta man vera gerandiskostur í loftrúminum, at fuglurin, sum Guð skapti ein av fyrstu døgunum, kolliderar við hesar mannagjørdu flogdrekar. Havi ikki
altíð havt stóran áhuga fyri at tekna. Tey fyrstu árini teknaði hann mest við blýanti. Men sum tíðin leið tók eisini áhugin fyri aðrari tøkni at veksa. Hann fór síðani at tekna við pastellum og oljukriti [...] hugurin, sum drívur verkið og er hann sjálvlærdur, siga tey í tíðindaskrivi. Viljin og áhugin hevur gjørt at hann í dag er ein “etableraður” listamaður, men tó við øðrum starvi. Í í summar var hann á kursus í [...] hevur hann fingið nógv gott burtur úr. Listaframsýningin hevur heitið Afturskin. Hetta kemur av tí, at Livar hevur arbeitt við ljósinum sum evni í myndunum. Framsýningin er opin til 6. apríl í upplatingartíðini