Súkklingin fekk eingi heiðursmerki á hesum sinni, men í seinastu kappingini var tó nær við, at Bogi Kristiansen helt lív í góðu hagtølunum, sum føroysku súkklararnir hava havt.
Bogi var nevnliga heilt frammi í feltinum tað mesta av tíðini, tá súkklararnir við fullari ferð drønaðu runt í gamla býarpartinum í Lerwick.
Hann megnaði tó ikki at fylgja heilt við, tá feltið móti endanum skrædnaði. Ein súkklari av Man fór seinastu umgangirnar av álvara avstað, og so fóru hinir súkklararnir undir jagstranina. Tað eydnaðist fýra súkklarum at súkkla seg heilt nær vinnaranum undan seinasta umfarinum, men tó at teir fingu somu tíð, so rakk hetta ikki til at taka Man-búgvan.
Beint eftir førarafeltið sat Bogi Kristiansen fremstur í einum bólki av fýra, men teir gjørdust altso 3,7 sekund ov stuttir í mun til høvuðsfeltið.
-jm
Nýggjur
formaður
Lerwick: Altjóða Oyggjaleikanevndini IGA hevði aðalfund í Lerwick týsdagin, og millum annað var nevndarval á skránni.
Formaðurin, sviin Bo Frykenstam, legði frá sær, og hann var samstundis valdur til heiðurslim í nevndini fyri lívið. Hann hevur sitið í nevndini í nógv ár og hevur verið formaður síðani 2001.
Nýggjur formaðurin er av Isle of Man, og hann eitur Brian Partington. Hann hevur verið varafomaður í nevndini til nú.
Hini fólkini í nevndini hjá IGA eru: Jørgen Pettersen (Áland), Eric Legg (Guernsey), James Johnston (Hetland) og Donna Jones (Ynes Mon).