Opið hús við Frostbit, H. C. Andersen og mótasýning

Tíðindaskriv frá Handilsskúlin á Kambsdali

Opið hús verður á Handilsskúlanum á Kambsdali hóskvøldið 3. mars millum 18 og 22. Á skránni verður kunning um skúlan, næmingaframførslur, upplestur o.a. undirhald


Fjórða árið á rað verður skipað fyri hesum tiltaki, ið er blivið alsamt størri og betur vitjað.
Lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar fara sum vanligt at kunna um útbúgvingar skúlans og tær lærugreinir og tey tiltøk, sum eru á skúlanum. Eisini koma fyrrverandi næmingar á gátt og fara at greiða frá tíðini á skúlanum og eftir loknan skúla.
Fasti tátturin við móta-sýning verður aftur á skránni í ár, og harumframt fara næmingar at hava ymiskar framførslur við m.ø. sjónleiki. Prixaktuelli bólkurin Frostbit kemur eisini á vitjan, og tátturin við ævintýrupplestri í samband við 200 ára haldið fyri H. C. Andersen verður eisini fylgur upp.
Tiltakið byrjar klokkan 18 og endar klokkan 22. Møguleiki er at fáa kunn-ing í hesum tíðarskeiði á kunningarbásum í floks-hølunum. Ymisku framførslurnar fara fram frá 19 til 21 í matarhøll skúlans.
Miðnámsútbúgvingar á Handilsskúlanum
Á Handilsskúlanum á Kambsdali eru útbúgvingartilboðini FHS-útbúgvingin og HH-útbúgvingin. FHS er ein eitt ára støðisútbúgving, ið er neyðug hjá lærlingum innan skriv-stovu- og handilsyrki og samstundis neyðug fyri at sleppa inn á Hægri Handilsskúla (HH).
HH er ein gymnasial útbúgvíng, ið gevur atgongd til hægri lestur á øllum hægri lærustovnum á jøvn-um føti við eitt nú HIF, HT, HF og studentsútbúgvingina.