Jógvan Jacobsen
formaður Unga Tjóðveldisins
????????
Føroyskir fjølmiðlar brúka orðini shiamuslimar og sunnimus-limar til at lýsa etniskar bólkar í Irak. Eg meti hesi nøvnini at vera misvísandi. Og eg skal greiða frá hví.
Ein muslimur er ein ið trýr á Allah, muhamedsmaður. Ein arábi er eitt fólk í ella úr Arábiu ella einhvør ið tosar arábiska málið. Ein muslimur og ein arábi er tískil ikki tað sama.
Teir etnisku bólkar-nir, ið føroyskir miðlar nevna shiamuslimar og sunnimuslimar, verða í enskum miðlum nevndir shiaarábar og sunniarábar.
Kurdar eru nevniliga eisini sunnimuslimar, men teir eru ikki arábar. Kurdar tosa ikki arábiskt, men kurdiskt og teir hvørki búgva í ella eru ættaðir úr Arábiu. Arábiska málið er afro-asiatiskt. Kurdiska málið er indo-evropeiskt. Føroyskt er indo-evropeiskt. Kurdiskt er tískil tættari við føroyskt enn við arábiskt.
Kurdar í Irak eru sunnimuslimar. Men tá føroyskir miðlar umtala sunnimuslimar í Irak eru kurdar ikki íroknaðir. Tá nú irakskir kurdar eisini eru sunnimuslimar, haldi eg tað vera nakað misvísandi, hóast at tað ikki er ósatt.
Tí heiti eg á miðlar okkara um ikki at brúka tey misvísandi heitini shiamuslimar og sunnimuslimar, men heldur at brúka heitini shiaarábar og sunniarábar umfram kurdar ella sunnikurdar.
Keldur: Føroysk orðabók 1. útg. Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Tórshsvn 1998 og 1994-1999 Encyclopædia Britannica, Inc.