Jústinus Olsen, djóralækni, var við í grindadrápinum í gjár. Hann letur væl at nýggju amboðunum, sum verða nýtt meira og meira. Nýggi knívurin, sum Jústinus heldur í hondini á myndini, verður kallaður fyri "mønustingari". Sóknarongulin, sum hevur eina kúlu í endanum, verður kallaður fyri "blásturkrókur".
- Tey nýggju amboðini rigga fínt. Tey vísa seg at vera effektiv, og alt gongur nógv skjótari. Við mønustingaranum sker tú sama stað, sum tá ið tú sker á háls. Tú stingur knívin niður í skák aftureftir beint aftanfyri blástrið. Tú vendir knívin á tvørs. Hvalurin missir vitið beinanvegin og doyr. Soleiðis verður pínan hjá hvalinum so lítil og stutt sum gjørligt, sigur Jústinus Olsen.
Hann helt seg síggja fimm tílíkar knívar í drápinum í gjár. Hann leggur tó dent á, at tú skalt duga at stinga og skera háls, um tú skalt nýta hendan knívin. Hóast tað kann tykjast lætt, so skal eitt ávíst handalag til.
Blásturkrókurin verður stungin í blástrið, og síðani verður hvalurin hálaður upp á land. Hetta ger, at alt gongur skjótari fyri seg, og hvalurin fær ikki óneyðug sár.
- Blásturkrókurin verður meira og meira nýttur. Hann ger tað lættari hjá grindamonnunum, og hann minkar um pínuna hjá hvalinum. Tað eru tó summi, sum enn nýtta tað gamla slagið, sigur Jústinus.
Sum heild er tað tíðin, sum er munurin á nýggju og gomlu amboðunum.