Fiskimásarnir í Oyrasundi

Tórbjørn Jacobsen

Sjálvshatur. Hetta var heitið á skilvísari grein, sum høvundurin Steinbjørn B. Jacobsen skrivaði í Dimmu fyri mongum árum síðani. Serføroyska lyndið, mundi hann meina við. Ella?
Visiónsleysu og tjóðleysu føroysku public-service stovnarnir, ið makaleyst lensa føroyingin fyri 60-70 milliónir krónur um árið, hava elt nationala flogfelagið eirindaleyst síðani 10. oktober. Aftur í gjár. Ein likka hevði onkursvegna fløkt seg í rennilin á tí eina av fýra motorum á flogfarinum hjá AA, táið farast skuldi á flog vestur í sundið ímillum Danmørk og Svítjóð, skilst. Hetta man vera gerandiskostur í loftrúminum, at fuglurin, sum Guð skapti ein av fyrstu døgunum, kolliderar við hesar mannagjørdu flogdrekar. Havi ikki hoyrt hetta grett nakrar staðir har eg havi verið, og hugsaði tí bara, hvussu nógva orku public-service rásirnar í øðrum londum munna brúka til at grava í smálutum, onkisigandi tíðindum og natúrligum gerandismálum sum hesum. Veit nakar at siga føroyingum frá tí?
Einaferð var útvarpið ein tjóðarbyggjandi støð, nú er hon í størstan mun støð í danskari tjóðarbygging, sum flýtur í nationalum sjálvshatri. Onkur má heita á danir ella sviar, um at beina fyri fiskimásunum í Oyrasundi, soleiðis at kringvarpið ikki framhaldandi skal destabilisera nationala flogfelagið til avlívis í sínum egna mátt- & ólærda dugnaloysi. Ongin borgar við gleði fyri menning av hesum hugbrigdinum. Sjálvshatur.