hjá minnilutanum. M.a. uppskot at skerja miðfyrisitingina, sum er bólgnað upp undir hesum landsstýrinum, og hevur fingið heili trý nýggj aðalráð. Andstøðan á tingi helt, at her kundi sparast. Sparingar sum [...] egna politikki, vælsignar henda vøkstur, og atkvøður ímóti. Tí kunnu vit staðfesta: -Tað verður dýrari at sigla við strandfaraskipunum, tí SL fær lægri játtan. Hetta rakar fyrst og fremst újaðaran, serliga [...] har virkini eru! -Endurgjaldið til meistarar fyri skúlatíðina hjá lærlingum lækkar. Vandi er fyri, at lærlingatalið lækkar. Meistarar skulu hava fleiri pengar inn og handverksarbeiði verður helst dýrari
samkomu tann 13. oktober 2002. Fleiri teirra, ið ikki høvdu høvi at vera við, høvdu hugsað sær at sæð hini aftur. Tí eru ætlanir um at skipa enn eina samkomu seinni, tá aftur eitt runt áramál er runnið [...] samkomu, fyri at savna so mong, sum gjørligt, aftur. 20 teknaðu seg til samkomuna. Av konfirmantunum í Vágs kirkju í 1962 eru tvey deyð. Fleiri búgva í Danmark og hjá fleiri teirra lá ikki fyri at koma. Nøkur [...] Nøkur eru eisini farin norðureftir at búgva, til Havnar og aðrastani. Vegna veður sluppu tey ikki suður til Suðuroyar til samkomuna, sum var tann 13. oktober í ár. Sostatt hittust 16 av konfirmantunum í
Betlehem at syngja Honum song". Á meiri veraldarligu síðuni eru sangir sum Sig mær, hví er foldin føgur hjá Sunleifi Rasmussen. Fróði Sandoy stjórnar kórinum. Børn úr skúlanum á Velbastað fara at syngja [...] Ólavskirkjuni. Men á hesi jólakonsertini verður urga stuðul undir onkrum av sangunum. Bjarni Restorff fer at spæla. Og hann tekur urguna við sær aftur, tá hann fer. Góður ljóðdámur Kirkjan er kend víða um í heiminum [...] hava tónleikarar - og sangarar - á orði, hvussu góður akustikkurin er. Skráin Hetta er fyrstu ferð, at jólakonsert er í Ólavskirkjuni. Á skránni eru gomul, vælkend jólaløg, ið ósvikaliga seta áhoyraranum
verri og verri, meðan teir yngru nú rættiliga eru komnir fyri seg. At yngru leikararnir eru komnir so væl við nú, hevur serliga ta orsøk, at badmintonfelagið seinastu tvey árini hevur skipað fyri venjing fyri [...] fyri hesar. Úrslitið av hesum tiltaki sóu vit seinasta vikuskifti, og einki er at ivast í, at feliri av hesum dr4eingjum fara vit kunna rokna við í framtíðina, staðfesti Sosialurin fyri 25 árum síðani [...] februar í 1978 um badminton, nú kappingin um meistaraheitið í Havnar Badmintonfelag er av. Sagt verður, at síðani Havnar Badmintonfelag fór undir venjingar við yngur leikarunum, er tilgongdin til felagið vaksin
vaksin. Gjørt verður vart við, at øll ? skjót og minni skjót, ung og eldri ? eru vælkomin. Vaksin renna 7,02 km. og børn, fødd í 1990 ella seinni, renna umleið 1,8 km. Umframt at vera ein kapping fyri einstaklingar [...] verður vart við, at luttakararnir skulu melda til í góðari tíð, og ikki á staðnum beint undan kappingini. Rundir dagar Hetta er 17. Flaggdagsrenning og sum nakað nýtt verður farið undir at heiðra tey, sum [...] ein kapping ímillum virkir, stovnar o.t., nevnd firmakapping. Firmakappingin er skipað á tann hátt, at virkini v.m. kunnu tekna 3-5 vaksnar luttakarar á hvørjum liðið, ið so kappast ímóti hvørjum øðrum
fyri ymsar skrásetingar. Rættiliga nógv skip og reiðarí fara at merkja broytingina. Hugsast kann, at tey størru skipini og reiðaríini ikki fara at merkja lutfalsliga nógv, men fyri teir einstøku smærri handlar [...] Føroyum, men talan er ikki um nakra stórvegis mun. Í Fíggjarmálaráðnum verður roknað við, at hetta stigið fer at geva landskassanum einar 600.000 kr. árliga, men hetta talið skal takast við fyrivarni, tí [...] verður galdandi frá. 1. mai. Samanborið Samanbera vit hesi gjøldini við onnur gjøld í øðrum londum, sæst at nýggju gjøldini liggja á leið tað sama og eitt sindur hægri enn í Norra og Íslandi. Eitt nú pantubrøvini
Nýstovnaði grunnurin skal útvega pening til at seta teir friðaðu bygningarnir í stand og stíla fyri, at teir verða røktir og nýttir til frama fyri alt Føroya fólk. Stovnsfæið hjá Koltursgrunninum er býlingurin [...] og virðismikið arbeiði at bjarga sethúsum og úthúsum Heimi í Húsi. Hetta var alt sjálvboðið arbeiði, ið tey, sum í dag vitja í oynni, kunnu fegnast um. Men tað er nógv eftir at gera enn, og tí hevur Føroya [...] Jensen. Hesar uppmátingarnar eru grundarlag undir friðingini, sum nú er lýst. Men leggjast skal afturat, at friðingini umfatar eisini garðar og bø, millum annað tað tiltikna teigalendið, har korn varð velt.
saman við konu, børnum og abbabørnum. Hóast sjónin er farin at bila tey seinnu árini, forðar tað honum ikki í at spæla bridge á telduni og annars at seta seg inn í tað, ein telda kann brúkast til. Poul Johannes [...] fiskiskipari í 1946. Á vári 1950 tók hann stýrimansprógv í Havn, hetta var fyrsta próvtøkan, eftir at skúlin var yvirtikin í 1949. Um heysti 1950 tók hann skipsføraraprógv í Keypmannahavn og telegrafistprógv [...] prógv í 1951. Eftir tað sigldi hann sum stýrimaður og telegarfistur hjá DFDS til 1954, tá hann fór at útbúgva seg til sjómansskúlalærara. Hann var lærari á Fanø Navigationsskole frá 1957 til 1962, tá familjan
steðgað uttanfyri. Orsøkin er, at uttanfyri høllina stendur ein lítil árabátur ella jolla. Meðan hugt verður eftir hesum lítla bátinum, greiður jødiski ferðaleiðarin frá, at í hesum og øðrum smábátum bjargaðu [...] hyggju at taka allar danskar jødar og føra teir til fanga- og týningarlegurnar í Týskalandi. Tá ið jødiski ferðaleiðarin er liðugur við sína frágreiðing, hevur tað altíð verið mær ein serstøk gleði at greitt [...] greitt føroyingunum og jødiskum ferðaleiðarum frá, at føroyingar eisini vóru millum teirra, ið førdu danskar jødar yvirum til Svøríkis. Tá havi eg greitt frá um Maurentius Poulsen, úr Ljósá, sum við fiskifari
serstakliga gott arbeiðspláss, tí her er altíð nokk at gera. Tí kenna vit okkum eisini tryggar her, greiðir Sonhard frá. - Og vit ætla okkum eisini at vera her leingi afturat. Líka til vit skulu pensionerast [...] Klaksvík, Sosialurin: Teir hava altíð onkra skemtiliga viðmerking, og ein kann ikki lata vera við at smílast, tá teir vísa seg. Teir eru rokaligir, men sjáldsama fittir. Teir eru tað, sum á føroyskum [...] Suni Høgnesen hava í fleiri ár sitið aftan rórið í stóra bilinum hjá Føroya Bjór. Teirra uppgáva er at fáa alla vøruna út til kundarnar, og hetta er júst nakað fyri teir. Teir koyra út til allar handlarnar