Sosialurin skrivar 15. februar í 1978 um badminton, nú kappingin um meistaraheitið í Havnar Badmintonfelag er av.
Sagt verður, at síðani Havnar Badmintonfelag fór undir venjingar við yngur leikarunum, er tilgongdin til felagið vaksin nógv. Tað fóru tí fýra rættiliga stórir bólkar, teir vórðu býttir upp í eftir aldri.
Dreingir undir 12 ár var yngsti bólkurin, og vann Jákup Midjord í finaluni 11-3 og 11-2 á Petur Oluf Hansen.
Í bólkinum 12-14 ár vann Heðin Joensen í finaluni á Zacharias Thomasen við úrslitinum 11-5 og 11-7.
Av greingjum 14-16 ár vann Erling Nielsen (seinni í Liða) 15-0 og 15-10 í finaluni á Eivind Sundstein.
Elsti bólkurin av dreingjum, 16-18 ár, varð vunnin av Petur Lyngsø. Hann vann í finaluni 15-4 og 15-10 á Jógvan av Kák.
Doublekappingin fyri dreingir varð skipað soleiðis, at býtt varð sundur í tveir bólkar. Dreingir frá 10-14 ár og dreingir frá 14-18 ár.
Í fyrra bólkinum vunnu Heðin Joensen og Jákup Midjord í finaluni á Helga Nielsen og Boga Nielsen við úrslitinum 15-3 og 15-4. Í eldra bólkinum vunnu Erling Nielsen og Eivind Sundstein í finaluni á Petur Lyngsø og Theis Kjellberg. Úrslitið varð 15-10 og 15-9.
Sum rímiligt er, so vera teir eldru leikararnir, sum gjøgnum mong ár hava hildið felagnum uppi, verri og verri, meðan teir yngru nú rættiliga eru komnir fyri seg. At yngru leikararnir eru komnir so væl við nú, hevur serliga ta orsøk, at badmintonfelagið seinastu tvey árini hevur skipað fyri venjing fyri hesar. Úrslitið av hesum tiltaki sóu vit seinasta vikuskifti, og einki er at ivast í, at feliri av hesum dr4eingjum fara vit kunna rokna við í framtíðina, staðfesti Sosialurin fyri 25 árum síðani.?