Nýggj skrásetingargjøld fyri skip

Fyri at skapa størri inntøkur til Fiskimálaráðið, fer Skipaskrásetingin at krevja skrásetingargjøld fyri pantabrøv, ognarbrøv o.o

SKRÀSETING

Sum partur av semjuni í sambært við fíggjarlógini fyri 2003, skuldi Fíggjarmálaráðið fáa meira pening til vega.
Vit kunnu kanska kalla tað eina øvugta sparing, sum í síðsta enda gevur sama úrslit ? Fiskimálaráðið skal geva landskassanum eitt betri støði.
Talan er eitt nú um skrásetingargjøld fyri pantabrøv, ognarbrøv og útflýggjan av tjóðskaparbrævi.
Gjøldini, sum síggjast aðrastaðni á síðuni, eru galdandi fyri øll skip við eini bruttoregistartonsatali ella bruttotonsatali upp á 15 ella yvir, sum eru skrásett í Føroya Skipaskráseting, ella sum skulu skrásetast í Føroya Skipaskráseting.
Talan er um føst gjøld fyri ymsar skrásetingar. Rættiliga nógv skip og reiðarí fara at merkja broytingina.
Hugsast kann, at tey størru skipini og reiðaríini ikki fara at merkja lutfalsliga nógv, men fyri teir einstøku smærri handlar verður broytingin óivað ein tyngjandi byrða.
Eitt nú skal ein gjalda 2.800 kr. fyri skráseting av skipsskeyti, sølusáttmála ella byggiváttan.
Tað var Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, ið gjørdi avtaluna við fíggjarnevndina hjá løgtinginum, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, ger arbeiðið liðugt.
Kunngerðin verður galdandi frá. 1. mai.

Samanborið
Samanbera vit hesi gjøldini við onnur gjøld í øðrum londum, sæst at nýggju gjøldini liggja á leið tað sama og eitt sindur hægri enn í Norra og Íslandi. Eitt nú pantubrøvini eru dýrari í Føroyum, men talan er ikki um nakra stórvegis mun.
Í Fíggjarmálaráðnum verður roknað við, at hetta stigið fer at geva landskassanum einar 600.000 kr. árliga, men hetta talið skal takast við fyrivarni, tí tað kann vera ymiskt, alt efir skrásetingunum.

GJØLDINI
Skráseting av fíggjarligum rættindum2.200 kr.
Skráseting av skipsskeyti, sølumáttmála v.m.2.800 kr.
Útflýggjan av skrásettum tjóðskaparbrævi3.000 kr.
Rættingar gjørdar á tjóðskaparbræv2.000 kr.
Úflýggjan av fyribils tjóðskaparbrævi3.000 kr.
Ljósavrit av skipsblaði 200 kr.