Tá ið føroysku ferðabólkarnir eru farnir út úr bussinum og til gongu eftir gøtuni, ið gongur niðan til minnishøllina, verður altíð steðgað uttanfyri. Orsøkin er, at uttanfyri høllina stendur ein lítil árabátur ella jolla.
Meðan hugt verður eftir hesum lítla bátinum, greiður jødiski ferðaleiðarin frá, at í hesum og øðrum smábátum bjargaðu danir jagstraðum jødum úr Danmark og yvirum til Svøríki ? til frælsi ? undan nazistunum, sum høvdu í hyggju at taka allar danskar jødar og føra teir til fanga- og týningarlegurnar í Týskalandi.
Tá ið jødiski ferðaleiðarin er liðugur við sína frágreiðing, hevur tað altíð verið mær ein serstøk gleði at greitt føroyingunum og jødiskum ferðaleiðarum frá, at føroyingar eisini vóru millum teirra, ið førdu danskar jødar yvirum til Svøríkis.
Tá havi eg greitt frá um Maurentius Poulsen, úr Ljósá, sum við fiskifari sínum førdi so mangar jødar úr Danmark til Svøríkis. Hesi gudsóttandi og djarvi føroyski fiskimaðurin mundi hava fingið góðan kristnan førning heima í lítla bygdarumhvøvinum í sundalagnum, ein førning, ið førdi hann út í lívhættisligan bjargingarflutning av donskum jødum yvir til Svøríkis undir krígnum.
Maurentius í Ljósá var handtikin av nazistunum í 1945 og varð fyribils settur í Frøslev-fangaleguna í suður-jútlandi, haðani ætlanin var at senda hann í týska fangalegu. Men áðrenn týskararnir fingu flutt hann, endaði kríggið og hann gjørdist frælsur aftur. Maurentius kendi orðini í skriftini, ið Gud Harrin segði við Ábraham:
»Eg skal signa tey, ið signa teg. Og tann, ið tær bannar, honum skal eg banna«
(Mós. 12,3)
Øðrvísi var við Mogens Lykketoft hetta kvøldið herfyri í Keypmannahavn, tá ið hann setti harðliga inn á Ísrael í stuðli sínum til danskar palestinar. Palestinar gjørdu seg annars inn á og skaddu danir likamliga, ið vildu vísa Ísrael sín samhug.
Munur er á monnum!