Mikudagin 26. februar verður Poul Johannes Johansen fyrrverandi sjómansskúlastjóri í Havn 80 ár. Poul Johannes er føddur og uppvaksin á Strondum. Hann fór til skips sum 16 ára gamal og tók prógv sum fiskiskipari í 1946. Á vári 1950 tók hann stýrimansprógv í Havn, hetta var fyrsta próvtøkan, eftir at skúlin var yvirtikin í 1949. Um heysti 1950 tók hann skipsføraraprógv í Keypmannahavn og telegrafistprógv í 1951. Eftir tað sigldi hann sum stýrimaður og telegarfistur hjá DFDS til 1954, tá hann fór at útbúgva seg til sjómansskúlalærara. Hann var lærari á Fanø Navigationsskole frá 1957 til 1962, tá familjan flutti heima aftur til Føroya. Poul Johannes var settur sum lærari á Føroya Sjómansskúla 1. august 1962. 1. oktober 1971 tók hann við sum stjóri á Føroya Sjómansskúla, tá táverandi skúlastjórin, Dánjal J. Joensen, legði frá sær fyri aldur. Poul Johannes fór frá sum skúlastjóri í 1993, tá hann var 70 ára gamal. Síðan hevur hann gjørt tað hann hevur havt hug til saman við konu, børnum og abbabørnum. Hóast sjónin er farin at bila tey seinnu árini, forðar tað honum ikki í at spæla bridge á telduni og annars at seta seg inn í tað, ein telda kann brúkast til. Poul Johannes fylgir væl við tí sum fyriferst í samfelagnum. Hann hevur verið limur í Lions Club í Havn síðan 1966, tá felagsskapurin varð stovnaður. Hann brúkar eisini sína vitan innan sína yrkisgrein, við tað at hann hvørt ár roknar út streymtalvur til Álmanakkan. Í 1951 giftist Poul Johannes við Katrinu, fødd Poulsen, av Strondum og fingu trý børn, sonin Kristian og døturnar Maibritt og Maluna.
Føðingardagurin verður hildin mikudagin 26. februar frá kl. 10-16 við móttøku í heiminum á Haraldstrøð 1 í Havn.