Leygardagin klokkan 15 verður Ólavskirkjan í Kirkjubø hugnaligur karmur um konsert við kórinum Sólarmagn og børnum úr skúlanum á Velbastað. Á skránni verða ikki bert jólasangir, men eisini annar kórtónleikur, sum hevur gildi alt árið.
Urgan vitjar
Í Ólavskirkjuni hevur ongantíð verið urga. Men hóast tað hevur verið sungið bæði reystliga og treystliga. Yrkisgagnið, røddin, sum tú altíð hevur hjá tær, hevur verið álitið. Kingosangur var vanligur í fyrra parti av farnu øld. Feðgarnir Jóannes og Pól Patursson mundu vera millum teir seinastu, sum sungu hetta sermerkta slagið av sangi undir gudstænastum í Ólavskirkjuni.
Men á hesi jólakonsertini verður urga stuðul undir onkrum av sangunum. Bjarni Restorff fer at spæla. Og hann tekur urguna við sær aftur, tá hann fer.
Góður ljóðdámur
Kirkjan er kend víða um í heiminum fyri sín sera góða ljóðdám. Hon verður ofta nýtt til konsertir. Serliga nógvar framførslur hava verið í sambandi við Summartónar og ofta hava tónleikarar - og sangarar - á orði, hvussu góður akustikkurin er.
Skráin
Hetta er fyrstu ferð, at jólakonsert er í Ólavskirkjuni. Á skránni eru gomul, vælkend jólaløg, ið ósvikaliga seta áhoyraranum dreymir í hugan um hesa sælu jólatíð, sum kemur aftur ár undan ári. Løg sum Eg rósu upp sá næla og Mariuvísa. Minni kend løg eru eisini við, eitt nú káti galisiski jólasangurin Torches. "Kyndlum, rennið við kyndlum allan vegin til Betlehem at syngja Honum song". Á meiri veraldarligu síðuni eru sangir sum Sig mær, hví er foldin føgur hjá Sunleifi Rasmussen. Fróði Sandoy stjórnar kórinum. Børn úr skúlanum á Velbastað fara at syngja saman við Paula Hansen.
Jólatræ
Konsertin fer at vara í ein lítlan tíma. Í framhaldi av henni verður farið til Velbastaðar, har jólatræið verður tendrað. Annfinn Brekkstein, bygdaráðsformaður og Heri Joensen, prestur siga nøkur orð. Hjá sóknarfólki verður ein góður drekkamuður at fáa. Hesum skipa Kirkjubøar kommuna og Trivnaðarbólkurin í skúlanum á Velbastað fyri.










