num hetta kvøldið, at her var talan um eina óvanliga góða konsert, ið dóttirin hevði spælt. Eisini Jens Ove Friis plátufelagsstjóri var nærum ovfarin, - Hetta er í heimsflokki rópti hann eftir mær, tá [...] havt varhugan av, at hetta gott kundi gerast ordiliga gott, tí Eivør hevði sjálv verið øgiliga spent í døgunum upp til konsertina. - Eg merki tað á henni, segði Sædis Sædis helt eins og flest øll onnur,
hevði eina javngamla vinkonu, ið var farin at ríða. Men fleiri ár gingu áðrenn Judy slapp at fáa sær hest. - Eg havi næstan ligið á knøðunum fyri at fáa babba at lova mær ein hest, sigur Judy. Tað krevur sítt [...] 17 ára gamal. Judy keypti hann í fjør frá Irdi Mikkelsen. Tær báðar kennast. Vanligur prísur fyri ein tílíkan búnan gangara er einar 10.000 krónur, men kennskapurin millum sølukonu og keypara hevði við [...] staðfestir Judy brosandi meðan hon blídliga kembir síðhærda rossinum, sum hon kortini er so ómetaliga góð við. Veðrið er gott, og Judy og Faksi fara aftur í dag at ríða tær leiðir, ið tey kenna best. Niðan
trupulleiki hjá mær at kopiera meg sjálvan, at endurtaka tað, sum eg havi lært, men tað dámar mær ikki at gera. Tí royni eg at finna nýggja inspiratión, og ein slíka ferð sum hendan til Føroya gevur mær ómetaliga [...] frammanfyri seg, og so málar so ovarliga á málarínum. ? Her ætli eg mær at hava ein grønan lit, og oman fyri høvdið á Jesusi skal liturin verða ein serligur, sterkur blágrønur litur, greiðir hann frá og leggur [...] aftur, havi eg einki við mær, og tollararnir hava einki at leita eftir, men sálin er full, sigur hann. Tað er langt ímillum framsýningarnar hjá Hans Jacob Glerfoss. Í fjør var ein framsýning í Leirvík, men
longur. Tá eg var við, var tað meira ein kapping, enn tað er í dag. Eitt nú vóru tað ikki Autotunes á, tá eg var við. Men tað hevur tað verið eftirfylgjandi. Støðið er eisini lækkað nógv, um ein hugsar um [...] skilji væl, at fólk væntaðu meir av mær. Tey fingu at vita, at eg var so fantastisk og heimsins besti tónleikari. Tað var í øllum førum tann myndin, sum DR teknaði av mær, meðan sendingin koyrdi. Men síðani [...] X-Factor er ein falskur veruleiki. Tann veruleikin er bara til í nakrar vikur, meðan sendingin koyrir. Eftir finaluna verður ein sendur aftur til tann rætta veruleikan, og tá er støðan beinan vegin ein onnur
eg havi sæð nógvar av hasum dagføringunum, men eg visti slett ikki av, at hatta var eitt átak fyri bróstkrabba. Fyri mær var tað meiri spamm, sum faktiskt irriteraði meg eitt sindur, tí so nógvar kvinnur [...] frá Niels Una Dam, sum er ráðgevi í marknaðarføring og samskifti á internetinum. - Á ein hátt kann man væl siga, at hetta er genialt í so máta, at øll konufólk gerast partur av einum loyniligum felagsskapi [...] Viðvíkjandi atfinningunum í Danmark heldur hann, at um tað ikki var gjørt sum eitt loyndamál bara fyri kvinnur, so hevði tað ikki verðið deilt eins ofta, sum tað nú verður. - Eg skilji væl, at tað kann vera
til tað síðsta. Tú var so glað um, at Tina, Kára og Hanna komu heim at vitja teg. Eg minnist tann dagin, Allan fór við Sundabergi. Hann var úti hjá tær um dagin og segði farvæl, men ein tíma áðrenn hann [...] varð tað eisini. Góða Martha, mangan var tað ringt hjá mær, tí tú hevði tað ikki altíð so gott, men ongantíð vildi tú, at nakar skuldi vita av tí. Tá telefonin ringdi, var tú altíð skjót at siga: »Sig, at [...] serligar gávur. Tú fortaldi mær nógv. Tú visti, hvønn veg tað bar, tað vildi tú altíð fortelja mær. Tú orkaði ikki meir, tú vildi sleppa úr hesi neyð. Tú visti, at tú komst í ein betri stað. Tú tosaði um
yvir í september 2007. - Tá eg sókti um, var gistingarhúsið her tað fyrsta at svara, og so bleiv tað her, eg fór. Tað angri eg ikki, tí mær dámar sera væl hetta staðið, sigur Karin Andreasen, ið fyribils [...] íslendski eigarin. Krógvin hevur pláss fyri 500 fólkum. Harafturat er ein minni matstova inni á sjálvum gistingarhúsinum á Hotel Viking, sum var nýmótansgjørt í 1999, ið er til minni veitslur, har pláss fyri [...] okkum nakrar dagar í sambandi við ferðina í Íslandi. »Góðan dagin, tykur kunnu gott tosa føroyskt«, var aftursvarið frá fryntligu móttøkukvinnuni á gistingarhúsinum. Unga kvinna innanfyri diskin vísti seg
fjar - Valla nevnt varð hetta plássið, áður torv í huga var. Vit ei mega gloyma hoyggið, Stórateigi nógv var á. Tit av sonnum fingu toyggið, nulvast hvør ein teigur má. Skúlatíðin var hin besta, tá tú livdi [...] Framvið sandurin so langur sum ein bordi – prýðir teg. Alt av summarlýðku angar, løkurin sær trilvar veg. Onki stóð í stjørnum skrivað, - um tað undur, hent nú var - Fødd var genta, kom at liva hesi náttúru [...] legði tú frá landi, út at tæna leiðin bar. Arbeitt varð í góðum anda, álítandi altíð var. Í Kirkjubø var gott at vera, hetta heim tú gloymdi ei. Bønirnar her mundu bera signing yvir tína leið. Toftabygd vit
fylgja við í valstríðnum, hóast hetta var stutt. Sjálv kapprenningin, kjakfundirnir, millum valevnini, vóru kanska so sum so. Og onkutíð kundi ein ivast, um nakað høpi var í og hvør stýrdi hvørjum. Stóri [...] m, var fólkatingsvalið. Tað er langt síðani, at tað hevur verið so spennandi, sum hesaferð. Tað er, sum skilst, eisini óvanligt, at atkvøðuklivarnir hava verið so væl vitjaðir, sum hesaferð. Hetta er helst [...] eydnað! Útvarpið sendi eisini og har eru royndirnar fleiri og dygdin góð. Umframt hevði ÚF heimasíðu, har talt varð upp og topp-listi var yvir persónar og atkvøður. Sosialurin hevði eina exit poll á størsta
endamálið hjá honum er at leggja mær orð í munnin, fyri at lýsa meg sum ein ótrúðverdugan lygnara, men so skrivar hann eisini nøkur pen orð um meg innímillum, fyri at hetta ikki skal síggja alt ov skitið [...] mikið sum einum pástandi hjá mær aftur. Hann gjørdi í "mánakvøldsbløðunum" gjøldur burturúr roknistykkinum hjá mær, og tí bjóðaði eg honum at koma við rættingum, um hann var komin til annað úrslit, men [...] undarlig vápn verða nýtt í almenna kjakinum, men hetta er tað løgnasta, eg havi upplivað higartil. Sjálvur formaðurin í Tjóðveldisflokkinum bjóðar mær kjøt afturfyri, um eg vil gevast við at minna føroyingar