Niðan í Gravardal fyri hálvan prís

Ein gentudreymur gekk út, tá ið Judy Lützen í Klaksvík keypti sær ein íslendskan hest. Hann eitur Faksi, og verður saðlaður hvønn dag

Høgni Mohr


Sekstan ára gamla Judy Lützen í Klaksvík dámar væl at ríða. Hvønn dag, árið á tamb, saðlar hon hest sín, Faksa. Oftast leggja tey bæði leiðina niðan í Gravardal. Íslendski Faksi er 17 ára gamal. Judy keypti hann í fjør frá Irdi Mikkelsen. Tær báðar kennast.

Vanligur prísur fyri ein tílíkan búnan gangara er einar 10.000 krónur, men kennskapurin millum sølukonu og keypara hevði við sær, at hesturin varð seldur fyri helvtarprís.


Babba játtaði

Áhugi Judys fyri ríðing varð longu vaktur í 7 ára aldri. Hon hevði eina javngamla vinkonu, ið var farin at ríða. Men fleiri ár gingu áðrenn Judy slapp at fáa sær hest.

- Eg havi næstan ligið á knøðunum fyri at fáa babba at lova mær ein hest, sigur Judy.

Tað krevur sítt at eiga og ansa rossi. Og tað veit Judy. Hon hoyggjar sjálv til Faksa, og tvær ferðir um dagin fer hon í bingjuna, sum Faksi býr í, at geva hoyggj. Fyrstu fóðringina - hana snimma á morgni - tekur pápin sær tíbetur av.


Njóting fram

um tvíspor

Jens Kristian Vang, myndamaður okkara, sum sjálvur er íðin reiðmaður, heldur, at Faksi er væl riðin og í góðari venjing, tí hann verður saðlaður hvønn dag. Men Judy heldur hinvegin, at Faksi er heldur dovin.

- Hann er í hvussu so er alt ov dovin til kappríðing, staðfestir Judy brosandi meðan hon blídliga kembir síðhærda rossinum, sum hon kortini er so ómetaliga góð við.

Veðrið er gott, og Judy og Faksi fara aftur í dag at ríða tær leiðir, ið tey kenna best. Niðan í Gravardal meðan lívgandi geislar sólarinnar vekja várið í gentu og gangara.