leita vestur um á leiðirnar hjá fámjingum, sigur Svend: - Ja, tað eru ofta fleiri bátar úr øðrum bygdum enn teir hjá okkum. Nógvir bátar sigla so skjótt, og tí tekur tað onga tíð hjá teimum at koma á hesar [...] ið bátar av Tvøroyri fara vestur á leiðirnar hjá fámjiningum, fara teir norður um Suðuroynna – og tá ið bátar úr Vági fara um hesar leiðir, fara teir suður um oynna. Fámjin er brimpláss, og ringastar eru [...] Svend Joensen. Hann sigur, at nú er langt síðan, at nakar bátur hevur verið á floti í bygdini. - Tað hevur viðrað so illa, og yvirhøvur hevur lítil fiskur verið at fingið. Svend sigur, at fleiri bátar eru
eru í Havn um kvøldið, uttan at noyðast at gista í høvuðsstaðnum. Anfinn Kallsberg sigur, at í ár kostar raksturin hjá Strandferðslun 53,1 milliónir. Men næsta ár fer raksturin at kosta 71,7 milliónir. [...] Smyril siglur tveir og ein hálvan túr fríggjadag, so at hann liggur nátt í Havnini. So kann sigla suður tíðliga leygarmogun og norður aftur klokkan 10. Tað merkir, at øll, sum skulu til ítrótt og annað [...] fara upp á hálvari nátt og at brúka allan leygardagin í Havn, men kunnu fara norður klokkan 10 og suður aftur stutt eftir lokna kapping. Samstundis verða væl fleiri túrar ímillum Nolsoyar og Havnina, so
Allir røðarar eru fyri rættindum hjá samkyndum, og væntandi vera tað eisini fólk, ið vilja stuðla rættindunum hjá samkyndum, ið koma á konsert, sigur Nanna Jürgens. Fyrsti partur av tiltakinum er ókeypis [...] REX í Havn. Tiltakið er stuðulstiltak fyri samkynd í Føroyum. Nanna Jürgens frá Eldhugaðum Ungdómi sigur, at tey eru ein bólkur av ungum fólki í aldrinum 15-25 ár, ið eru troytt av tí støðið, ið kjakið um
- Tað er alt, sum bendir á, at Atlantsflog kann seljast longu í vár. Tað sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum. Landsstýrismaðurin hevur fingið heimild frá Løgtinginum at selja 33% av A [...] umrøddi málið týsdagin, vildi Johan Dahl hava, at ein fastur dagur skuldi ásetast fyri, fyri, nær fyrsti partur í Atlantsflogi skuldi seljast. Hann vísti á, at tilgongdin at einskilja Atlantsflog hevði [...] dagsetingin ongin trupulleiki. Bjarni Djurholm segði, at tað er eisini alt, sum bendir á, at úrslitið hjá skaðanevndini í sambandi við vanlukkuna í Noregi, ikki fer at føra til seinkingar. Hinvegin kann onki
Landssjúkrahúsinum fríggjadagin. William var júst liðugur við eina rundvísing. Hetta var fyrsti arbeiðsdagur hjá honum, og hann tóktist at vera væl nøgdur við umstøðurnar. Kend familja William er av kendari [...] havi hildið samband við vinirnar og hava sent nógvar teldupostar, sigur William, sum enn tosar flótandi føroyskt við eyðkenda tónalagnum hjá einum suðuroyingi. William tók serútbúgving innan hygieini í Danmark [...] at fáa seks hygieinurøktarfrøðingar, og tað hava tey í dag á sjúkrahúsinum í Aalborg, sigur William. Uppgávan hjá William í Føroyum verður at skipa fyri, at hygieinan er nóg góð. Hann skal halda samband
norður við okkum aftur, sigur hann. Tað var Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum ið hevði gjørt av at fara eina ferð til Suðuroyar á kunningarferð. Ferðin varð í sambandi við ætlanirnar hjá kommununum í syðru helvt [...] kallað øll til Havnar á fund, gjørdu vit av at fara suður at hitta fólkið á staðnum og at hyggja eftir umstøðunum, sigur Jørgen Niclasen. Hann sigur, at sostatt vóru limirnir í Trivnaðarnevndini á stykkinum [...] eitt undarhøli í Havn eina løtu, sigur hann. - Hetta hevur stóran týdning og eg ivist ikki í, at ein ferð sum hendan, ger tað nógv lættari at taka støðu til málið, sigur hann. Trivnaðarnevndin fer nú at
takkar við fyrsta tapinum á heimavølli í ár. Hava síðstu dystirnir verið minni góðir hjá TB, so hava teir verið sera góðir hjá SÍ. Alla kappingina hevur SÍ ligið nøkur stig aftan fyri hini trý oddaliðini, men [...] hava eisini spælt tveir dystir ímóti hvørjum øðrum í grundspælinum. Tann fyrsti var í Trongisvági, har TB vann sannførandi 3-0 sigur. Í hinum dystinum megnaði SÍ at vinna á heimavølli, so higartil hava liðini [...] FLOGBÓLTUR Nú er grundspælið komið at enda í meistaradeildini hjá kvinnum, og fyrsta umfar av endaspælinum verður á skránni í vikuskiftinum. Her skulu øll liðini í dyst, og ein av dystunum er sannur toppdystur
nátt og dag. Hann var til arbeiðis, tá eg fór í song, og tann fyrsti eg sá aftur, tá eg vaknaði. Tá var hann aftur til arbeiðis. Hetta sigur bara nakað um, hvussu arbeiðsamur hann altíð hevur verið. Hann [...] sína familju og ikki minst sína verfamilju, sum tað eisini verður ein stórur saknu hjá. Góða Olivina, Rakul og Randi! Hjá tykkum er saknurin størstur. Má Gud styrkja tykkum í stóru sorg tykkara, nú tit hava [...] Hann livdi fyri sínum arbeiði, so tað má vera ein stórur saknur hjá hansara starvsfeløgum. Hann fylgdi eisini við í øllum sum hendi í samfelagnum, og hann hevði sum oftast bæði útvarp og sjónvarp frá í einum
Kirstin Strøm Bech, Borgarstjóri, Vágur UM EG SIGI JÓL, HVAT SIGUR TÚ SO? Jesu føðing - einglar - samvera - hugni - ljós - jólatræ - jólamenn - baking - pynt - gávur - kavi Ja, eg kundi nevnt mangt annað [...] familjum og av og á verforeldrunum, tá tey vóru á lívi. Sum oftast kemur systurin í Havn og børn hennara suður at halda jól. Maður mín var í langfarasigling í mong ár, so gott var at hava foreldur,systrar og [...] fekk eg eitt træ-penalarhús, sum hevði kúlurammu í lokinum. Hevði sæð hetta í framsýningarglugganum hjá Anskar. Helt tað var so smart og vakurt. Haldi eg havi tað enn. HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ JÓLUM ? Um tú
eg onkuntíð svav úti ella leigaði meg inn hjá tilvildarligum fólki. Og alt hetta legðist afturat upplivingini: at liva nú og at taka lívið, sum tað kemur, sigur Maria. Kollektiv Saman við húski sínum, [...] niður til Danmarkar saman við sjey øðrum føroyskum gentum, sigur Maria. Hetta var í 1960 og gjørdist Altjóða Háskúlin í Helsingør sostatt fyrsti bústaður hennara niðri. So hesin fekk sjálvsagt eisini vitjan [...] tí mær longdist so ómetaliga illa eftir teimum alla tíðina, sigur Maria. Sum tó skundar sær at staðfesta, at genturnar høvdu tað gott hjá pápanum, men at tað var hennara leiklutur sum mamma, hon talar