Landsfundur
Jacob Vestergaard væntar, at tað verður í apríl, at Smyril fer at sigla tríggjar túrar afturat um vikuna.
Enn er ikki ordiliga fastlagt, nær hesir túrarnir verða, men helst verða teir um vikuskiftið. Ein møguleiki er at Smyril siglur tveir og ein hálvan túr fríggjadag, so at hann liggur nátt í Havnini. So kann sigla suður tíðliga leygarmogun og norður aftur klokkan 10. Tað merkir, at øll, sum skulu til ítrótt og annað, kunnu sleppa undan at fara upp á hálvari nátt og at brúka allan leygardagin í Havn, men kunnu fara norður klokkan 10 og suður aftur stutt eftir lokna kapping.
Samstundis verða væl fleiri túrar ímillum Nolsoyar og Havnina, so at nólslyojngar í størri mun fáa møguleika at fáa gagn av teimum mentanarligu og øðrum tilboðum, sum eru í Havn um kvøldið, uttan at noyðast at gista í høvuðsstaðnum.
Anfinn Kallsberg sigur, at í ár kostar raksturin hjá Strandferðslun 53,1 milliónir. Men næsta ár fer raksturin at kosta 71,7 milliónir.
Hinvegin verður mett, at inntøkurnar fara at hækka úr 16,3 milliónum í ár, upp í 18,7 milliónir.
- Sostatt skal landskassin játta Strandferðsluni góðar 16 milliónir afturat tí at hon skal sigla meiri o.s.fr.
- Men tað er tað politiskur vilji til, legði hann afturat.