§266B
Felagsskapurin Eldhugaður ungdómur skipar fríggjakvøldið 1. desember fyri fundi við tónleiki og røðum, og síðan Rokkkonsert í REX í Havn.
Tiltakið er stuðulstiltak fyri samkynd í Føroyum. Nanna Jürgens frá Eldhugaðum Ungdómi sigur, at tey eru ein bólkur av ungum fólki í aldrinum 15-25 ár, ið eru troytt av tí støðið, ið kjakið um at broyta revsilóguna §266B fyrigongur á. Tí skipaðu tey herfyri fyri pallborðsfundi í Miðlahúsinum, har ja síðan og nei síðan kundu lýsa málið. Hetta var eitt upplýsandi tiltak, meðan tiltakið fríggjakvøldið er eitt reint stuðulstiltak. Allir røðarar eru fyri rættindum hjá samkyndum, og væntandi vera tað eisini fólk, ið vilja stuðla rættindunum hjá samkyndum, ið koma á konsert, sigur Nanna Jürgens.
Fyrsti partur av tiltakinum er ókeypis frá klokkan 20-23 verða framløgur, kaffi, køkur og tónleikur við Kára Sverrissyni og Una R. Debes umframt røður á skránni.
Røðarar verða: Høgni Mohr, Annika Sølvará, Høgni Hoydal, Marjun Bæk, Hans Andrias Sølvará, Heini í Skorini, Sonja Jógvansdóttir, Niels Arge Galán og Margreta Nónklett.
Aftaná verður skipað fyri rokkkonsert við Isadora and The Rebels, Lama Sea og Paradox. Til konsertina kosta atgongumerkini kr. 100 og yvirskotið av tí sum kemur inntil 1.30, tá konsertin endar fer til Friðarbogan.
Eftir kl. 1.30 verður REX aftur vanligur náttklubbi, har Eyðun Nolsøe Band spælir til dans.









