Fóru nógv ríkari norður aftur
- Hetta er avgjørt nakað, eg kann mæla øðrum til, sigur Jørgen Niclasen, sum týsdagin stóð á odda fyri eini sendinevnd av politikarum á eini ferð í Suðuroy
Politikarar á ferð
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Hetta er avgjørt nakað, eg mæla øðrum politikarum til at gera.
Týsdagin stóð Jørgen Niclasen á odda fyri eini sendinevnd av politikarum á eini ferð í Suðuroy.
Og nú tey eru komin norður aftur, er hann sera væl nøgdur við ferðina.
- Hetta var sera væleydnað og vit fingu rættiliga nógv norður við okkum aftur, sigur hann.
Tað var Trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum ið hevði gjørt av at fara eina ferð til Suðuroyar á kunningarferð.
Ferðin varð í sambandi við ætlanirnar hjá kommununum í syðru helvt í Suðuroy at byggja ellis- og røktarheim í Vági.
Sostatt var tað bara í syðru hevlt í Suðuroy at ferðin gekk hesuferð.
- At gera eina slíka ferð, gevur politikarum ein heilt aðra fatan enn vit fáa við bara at sita rundamum eitt borð í Havn, sigur formaðurin í Trivnaðarnevndini.
Positivt og uppbyggjandi
Í sambandi við ætlanina at byggja ellis- og røktarheim í Vági, viðgerð Løgtingið í løtuni uppskot um at at veita kommununum í Sumba, Vági, Porkeri og í Hovi, renturfrítt lán úr landskassanum til at byggja heimið fyri.
Og hetta var beinleiðis orsøkin til, at Trivnaðarnevndin legði leiðina til Suðuroyar týsdagin.
- Nú vit hava málið til viðgerðar, skulu vit tosað við avvarðandi partar. Men ístaðin fyri at gera sum vanligt, og kallað øll til Havnar á fund, gjørdu vit av at fara suður at hitta fólkið á staðnum og at hyggja eftir umstøðunum, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at sostatt vóru limirnir í Trivnaðarnevndini á stykkinum, har ætlanin er at byggja ellis-og røktarheimið.
Tey, sum hava fylgt eitt sindur við, vita, at hetta er sama stykkið, sum upprunaliga varð ætlað til miðnámsskúla í Vági, men tá ið skúlin varð fluttur til Hovs, varð gjørt av at byggja ellis- og røktarheim ístaðin.
Á ferðini hevði Trivnaðarnevndin eisini fund við bý- og bygdaráðini í kommununum í syðru helvt og tey vóru næstan fullmannað.
Nú er onki dulsmál, at ætlanin at flyta miðnámsskúlan til Hovs og at byggja ellis- og røktarheim í Vági, hevur verið eitt hitt beiskasta politiska stríðsmálið í Suðuroy í nógv ár.
- Tí var fryktandi fyri, at fundurin millum Trivnaðarnevndina og kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, fór at verða eitt rindur rokaligur, sigur formaðurin í nevndini.
Tað var sjálvandi eisini endamálið at fáa tey ymsu sjónarmiðini fram, men eg má siga, at fundurin var ógvuliga positivur og sakligur og vit fingu nógv at vita, bæði frá teimum, sum høvdu verið fyri ætlanini og frá teimum, sum høvdu verið ímóti.
Hann fegnast um, at øll vóru rættiliga uppbyggjandi og sinnað at fáa tað besta burturúr teimum avgerðum, sum vórðu tiknar á hesum øki.
- Fundurin vardi einar tveir tímar og tað var eitt ógvuliga gevandi orðaskifti. Sjálvandi fingu vit at vita, at ónøgd var við, at miðnámsskúlin varð fluttur úr Vági og vit fingu at vita, at ónøgd var við framferðina hjá landsmyndugleikunum í hesum máli. Men eg havi varhugan av, at nú hava allir partar innast inni ásannað, at avgerðin er tikin og at nú ræður um at líta frameftir og at fáa tað besta burturúr. Og tað mundi vera heilt tætt við, at sum støðan er nú, fekk ætlanin at byggja ellis- og røktarheim og heim til sinnisveik í Vági, 100% undirtøku, sigur Jørgen Niclasen.
Á ferðini í syðru helvt í Suðuroy brúkti Trivnaðarnevndin eisini høvi til at vitja Varda Verkstaðin og sambýlið í Vági, sum eisini eru tveir stovnar, sum nevndin varðar av og har fingu tey so eisini eina kunning um umstøðurnar.
Ein góður máti
Formaðurin í Trivnaðarnevndini sigur, at sostatt var ferðin sera væleydnað og hetta er avgjørt ein m máti, hann vil mæla øðrum politikarum til at royna.
- Vit fáa eina heilt aðra føling av viðurskiftunum við at fara á staðið og hitta fólk á staðnum, heldur enn bara at kalla fólk inn í eitt undarhøli í Havn eina løtu, sigur hann.
- Hetta hevur stóran týdning og eg ivist ikki í, at ein ferð sum hendan, ger tað nógv lættari at taka støðu til málið, sigur hann.
Trivnaðarnevndin fer nú at viðgerða málið víðari og formaðurin væntar, at komið verður til eina niðurstøðu í næstu viku.
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, heldur, at tað er frálíkt, at ein nevnd hjá Løgtinginum brúkar hendan mátan at fara út í økini at síggja við egnum eygum, hvat tey tosa um.
- Tað er eisini eitt frálíkt høvi at koma á tal við politikarar, tí at fáa fatur á teimum í Havn, er mangan møtimikið, leggur hon afturat.
Á Varda Verkstaðnum í Vági, heilsaði Annita á Fríðriksmørk upp á Maluna við Ósagarð, ímeðan Petur Jacob Poulsen situr undir liðini á henni. Bill Justinussen, vm. Andreas Petersen í miðjuni og Jørgen Niclasen, hyggja at