Kvinnuflogbóltur
Eftir fleiri greiðar favoritt-uppgerðir er spenningurin í hæddini í kvinnuflogbóltinum hetta vikuskiftið.
Leygardagin verður nevnliga oddadystur í høllini í Trongisvági, tá føroyameistararnir úr TB taka ímóti Mjølni.
Og tað er nógv, sum bendir á, at tað er TB, sum er favorittur undan dystinum. Ikki bert, tí tær vunnu tryggan sigur í umvendu uppgerðini í Klaksvík, men eina mest tí meistararnir veruliga hava leikt sum meistarar í seinastuni. Eftir tapið í fyrsta dystinum ímóti ÍF, hevur formkurvan bara gingið ein veg, og megna tær at halda fast um góðu gongdina, so er meira enn væl hugsandi, at klaksvíkingarnir verða settar upp á pláss.
Hinvegin er einki at ivast í, at TB veruliga skal spæla upp til sítt besta, tá Mjølnir er mótstøðuliðið. Tað er ikki av ongum, at liðið er hitt mest vinnandi í føroyskum kvinnuflogbólti, og og aftur í ár hava tær ein sera sterkan hóp. Bert ta einu ferðina ? júst ímóti TB ? eru tær farnar av vøllinum sum taparar, og á sama hátt sum TB, so kann Mjølnir við einum sigri skapa sær kanska avgerandi hol niður til argastu mótstøðuliðini.
ÍF skal fylgja við
Tað eru tó ikki bert TB og Mjølnir, sum eru oddalið í ár. ÍF hevur eisini verið væl við. Tær eru tær einastu, sum hava knógvað TB, og tað er bert ímóti Mjølni, at tær eru farnar av vøllinum sum taparar.
Sunnudagin skulu tær royna seg á Giljanesi, og tó at Dráttur hevur eitt hampuliga sterkt lið, so eigur ÍF tó at metast sum favorittur undan hesi uppgerðini. Og í øllum er einki sum eigur fyri teirra viðkomandi. Kravið er ein sigur, um liðið framhaldandi skal hanga fast í oddinum, áðrenn tær komandi vikurnar skulu royna seg móti hinum báðum oddaliðunum.
Seinasti dysturin hjá kvinnunum verður í Hoyvík sunnudagin, tá KÍF og Fleyr hittast. Hetta er talan um dyst millum tey bæði niðastu liðini, og tó at Fleyr vann greitt í fyrra dystinum teirra millum, so er ikki óhugsandi, at KÍF kann gera onkran vørr. Seinastu dystirnar hava avgjørdir glottar verið at sæð, og um liðið megnar at halda fast í hesum, so eiga fyrstu stigini í meistaradeildini ikki at vera so øgiliga langt burturi.