hesum vil nevndin í Havnar fimleikafelag vísa almenninginum, hvussu nógv fimleikurin í Føroyum hevur ment seg seinastu árini, og vil á henda hátt varpa ljós á fimleikin og listina, sum tað í veruleikanum er [...] Fimleikalistin er ein fimleikalig uppliving, har áskoðarin, í ein góðan tíma, fær høvi at uppliva tað besta í kappingarfimleikinum og tað besta í breiddarfimleikinum. Fimleikarar á høgum støði vísa fantastiskar [...] Í fjør sá Fimleikalistin fyrstu ferð dagsins ljós, og eydnaðist hon so mikið væl, at fyrireikarnir avgjørdu, at hava hana aftur. Eins í fjør eru tey luttakandi liðini vald á árligu fimleika¬fram-sýning¬unum
Portsmouth vann 1-0 á Cardiff í FA Cup steypafinaluni í dag var íslendsk fótbóltssøga samstundis skrivað. Guðni Bergsson sat á beinkinum tá Tottenham vann FA Cup steypakappingina í 1991, og soleiðis gjørdist [...] hetta í dag. Hermann Hreiðarsson hevur leikt 73 landsdystir fyri Ísland. Hann er upprunaliga úr Vestmannaoyggjunum. Fólkatalið í Vestmannaoyggjunum er 4.600 fólk, also ein 1/10 av fólkatalinum í Føroyum [...] finaluna á vøllinum. Hermann Hreiðarsson er 33 ára gamal. Í 1997 fór hann úr ÍBV, og skrivaði undir sáttmála við Crystal Palace, sum tá leikti í Premier League. Hreiðarsson hevur eisini leikt við Brentford
hesum vil nevndin í Havnar fimleikafelag vísa almenninginum, hvussu nógv fimleikurin í Føroyum hevur ment seg seinastu árini, og vil á henda hátt varpa ljós á fimleikin og listina, sum tað í veruleikanum er [...] Fimleikalistin er ein fimleikalig uppliving, har áskoðarin, í ein góðan tíma, fær høvi at uppliva tað besta í kappingarfimleikinum og tað besta í breiddarfimleikinum. Fimleikarar á høgum støði vísa fantastiskar [...] Fimleikur Í fjør sá Fimleikalistin fyrstu ferð dagsins ljós, og eydnaðist hon so mikið væl, at fyrireikarnir avgjørdu, at hava hana aftur. Eins í fjør eru tey luttakandi liðini vald á árligu fimleika¬
Rapparin Coolio, sum herfyri vitjaði í Føroyum, er handtikin av løgregluni í Hollywood fyri at koyra uttan koyrikort. Løgreglan steðgaði honum tíðliga týsmorgun fyri eitt minni ferðslulógarbrot og teir [...] honum longu var tikið og ein ordri longu var givin til at handtaka Coolio. Eftir at hava sitið í varðhaldinum í fimm tímar, var Coolio leyslatin ímóti eini kautión áljóðandi 10.000 dollarar. Rapparin gevur [...] ð. - Tey lovaðu mær ikki inn, tí eg eri myrkur og um eg var komin inn, var eg ikki komin í fongsul, so eg eri í øðini. Sambært Coolio var alt bara ein misskiljing, tí hann hevði fingið koyrikortið hjá
meira um nátturuna. - Ársins størsta konsert í Reykjavík í ár verður við heimskendu Bjørk og Sigur Rós 28. juni. Konsertin verður undir opnum summarhimni í Laugardali, og sum nakað heilt serligt er konsertin [...] okkara egna vegna. Atlantic Airways hevur gjørt vart við hesa konsert og bjóðar serligt tilboð úr Føroyum til Ísland um hetta mundi. Avmarkað nøgd av ferðaselum. Les meira á www.atlantic.fo Les meira á
Fólkatalið í Norðurlondum er farið um 25 milliónir. Flestu av hesum búgva í Svøríki, omanfyri níggju milliónir. Í Danmark og í Finnlandi góðar fimm milliónir og slakar fimm milliónir í Noreg. Í Íslandi eru [...] eru tey júst farin um 300.000 fólk, meðan tað í Føroyum og í Grønlandi búgva ávikavist sløk 50.000 og gott 50.000 fólk. Á Álandi búgva 27.000 fólk Tað er eitt sindur ymiskt, nær ymsu londini gera fólkatalið [...] 56.648 (1. januar 07) Føroyar 48.484 (1. januar 07) Samanlagt gevur hetta 25.016.546 fólk í teimum átta londunum í Norðurlondum. Keldurnar eru norðlendsku hagstovurnar.
m er á veg til Noregs, og í løtuni er tað óvist, um tað fer at bera teimum til at koma til Føroya í nátt Franska landsliðið, sum klokkan 16 í morgin skal spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli, er framvegis á [...] Eftir at flogfarið fyrr í kvøld hevur verið á Egilsstøðum, hevur tað verið yvir flogvøllinum í Vágum. Tað bar ikki til at lenda, og um níggju tíðina varð kósin sett til Noregs. Í løtuni er óvist, nær flogfarið [...] leiguflogfarið. Teir hava verið ávegis til Føroya síðani fyrrapartin í dag. Portalurin fer í kvøld at fylgja við í, hvussu tað verður við franska ferðalagnum.
Aftur í ár byrjar lestrarárið í Keypmannahavn við einum stórum dansitiltaki. Hesaferð spælir Rok í Føroyahúsinum. Fyrsta vikuskiftið í Keypmannahavn plagar altíð at vera nakað serligt. Teir flestu útisetarnir [...] sum eru fyrst í september. Leygarkvøldið 1. september spælir bólkurin Rok í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Bólkurin er mannaður við royndum tónleikarum, ið eru Signar í Homrum, John Johannesen, Hans Ravnsfjall [...] er frontfigurur, og er m.a. kendur úr bólkinum Kjølar, har hann skrivaði nógv av løgunum. Ein partur av Kjølum gjørdust seinni All That Rain. Rok var annars við í Prix Føroyum í 2005 og spælir nøkur løg
Fiskivinna Í morgin koma trolbátarnir Varðin og Fiskaklettur inn at landa. Teir landa í Klaksvík og hava eini 9.000-10.000 pund hvør. Í morgin landar eisini línuskipið Ågot, sum hendan túrin hevur roynt [...] hvussu gingist hevur, men bátarnir í Klaksvík hava í vetur javnan ligið um eini 100 pund á línuna, onkuntíð meira og onkuntíð minni. Ein av bátunum, sum landaði í gjár, var 80-tonsarin Líðhamar, sum hevði [...] undan Føroyum, men enn vita tey ikki, hvussu gingist hevur hendan túrin. Úr Klaksvík frættist, at fleiri útróðrarbátar fóru til útróðrar síðstu nátt, og teir fyrstu koma aftur at landi seinnapartin í dag
toskur, sum veksur skjótast í verðini. - Harafturat er hann tann flottasti toskurin, eg nakrantíð havi sæð, sigur Arne G. Kolbeinshavn, sum ivaleyst veit mest sum toskaaling í Noreg. Í eini fyribils frágreiðing [...] frágreiðing frá toskaalingini á Árnafirði, prógvar hann, at vónirnar hann hevði til toskaaling í Føroyum, halda bæði væl og virðiliga. - Fyri mær, sum alt mítt lív havi fingist við at granska og menna toskaaling [...] , hann hevur upplivað. - Skuldi tað hent, at svinnið eisini er lítið í hesi royndini á Árnafirði, so er tað enn ein sólskinssøga í toskaalingini, sum eg ikki trúði, at eg fór at uppliva, leggur hann afturat