Vestmannaoyingur við til at vinna FA Cup í dag

Tá Portsmouth vann 1-0 á Cardiff í FA Cup steypafinaluni í dag var íslendsk fótbóltssøga samstundis skrivað. Guðni Bergsson sat á beinkinum tá Tottenham vann FA Cup steypakappingina í 1991, og soleiðis gjørdist Portsmouth-verjuspælarin, Hermann Hreiðarsson fyrsti íslendingur, sum hevur vunnið FA Cup finaluna á vøllinum. Hermann Hreiðarsson er 33 ára gamal. Í 1997 fór hann úr ÍBV, og skrivaði undir sáttmála við Crystal Palace, sum tá leikti í Premier League. Hreiðarsson hevur eisini leikt við Brentford, Ipswich og Charlton. Ì fjør skrivaði hann undir ein sáttmála við Portsmouth, og kunnu báðir partar fegnast um hetta í dag. Hermann Hreiðarsson hevur leikt 73 landsdystir fyri Ísland. Hann er upprunaliga úr Vestmannaoyggjunum. Fólkatalið í Vestmannaoyggjunum er 4.600 fólk, also ein 1/10 av fólkatalinum í Føroyum. Kortini hevur tað ikki forðað Hermanni Hreiðarssyni at røkka langt í fótbóltsheiminum. Ein lýsandi fyrimynd fyri fótbóltsspælarar úr øllum smáum tjóðum.