Bjørk og Sigur Rós í Reykjavík

Ókeypis konsert við Bjørk og Sigur Rós tann 28.juni 2008. Endamálið við konsertini er at fáa øll at hugsa meira um nátturuna. - Ársins størsta konsert í Reykjavík í ár verður við heimskendu Bjørk og Sigur Rós 28. juni. Konsertin verður undir opnum summarhimni í Laugardali, og sum nakað heilt serligt er konsertin er ókeypis! ? Sigur Atlantic Airways

 

Einfalda endamálið við konsertini er, at tvey heimsnøvn vilja hava okkum øll at hugsa um náttúruna, og hvat hendir við okkara gongustjørnu. Ikki fyri at lyfta fremstafingur ella fordøma nakran, men rætt og slætt fyri at steðga á okkara egna vegna.

 

Atlantic Airways hevur gjørt vart við hesa konsert og bjóðar serligt tilboð úr Føroyum til Ísland um hetta mundi. Avmarkað nøgd av ferðaselum.

 

Les meira á www.atlantic.fo

 

Les meira á heimasíðuni hjá Bjørk: www.bjork.com/news/