Aftur í ár byrjar lestrarárið í Keypmannahavn við einum stórum dansitiltaki. Hesaferð spælir Rok í Føroyahúsinum. Fyrsta vikuskiftið í Keypmannahavn plagar altíð at vera nakað serligt. Teir flestu útisetarnir í býnum eru komnir upp á pláss aftur, og fleiri nýggj andlit eru at síggja, nú eitt nýtt lestrarár byrjar.
Av tí sama plaga nógvir føroyingar at leita sær til tey tiltøkini í Keypmannahavn, sum eru fyrst í september.
Leygarkvøldið 1. september spælir bólkurin Rok í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Bólkurin er mannaður við royndum tónleikarum, ið eru Signar í Homrum, John Johannesen, Hans Ravnsfjall
og Ólavur Enni Elisson. Signar er frontfigurur, og er m.a. kendur úr bólkinum Kjølar, har hann skrivaði nógv av løgunum. Ein partur av Kjølum gjørdust seinni All That Rain.
Rok var annars við í Prix Føroyum í 2005 og spælir nøkur løg hjá Kjølum, coverløg og annars dansitónleik.
Fótatraðk skipar fyri tiltakinum.