Heimsins vakrasti toskur í Árnafirði

- Fyri mær, sum alt mítt lív havi fingist við at granska og menna toskaaling, er hetta tað positivasta, eg havi upplivað. Her er einki kanska, og her eru eingi fyrivarni. Úrslitini av royndunum við toskaaling á Árnafirði er tað positivasta, eg havi upplivað, segði Arne G. Kolbeinshavn, verkætlanarleiðari á Fiskaaling fyri hálvum triðja ári síðan

Toskaaling

Í september mánaða í 2008 høvdu vit áhugaverda grein um toskaaling. Tá varð staðfest, at alitoskur av Árnafirði undan lívfiski á Føroya Banka er tann toskur, sum veksur skjótast í verðini.
Maðurin, sum kom til hesa niðurstøðu, var Arne G. Kolbeinshavn, verkætlanarleiðari á Fiskaaling við Áir og sum helst veit eina mest um toskaaling í Noregi.
Niðurstøðan hjá honum var eisini, at aldi toskurin á Árnafirði var flottasti toskur, hann nakrantíð hevði sæð.
Orðini hjá Arne G. Kolbeinshavn vóru við í eini fyribils frágreiðing um toskaalingina á Árnafirði, og her vísir verkætlanarleiðari eisini á, at vónirnar, hann hevði til toskaaling í Føroyum, hava hildið bæði væl og virðiliga.
- Fyri mær, sum alt mítt lív havi fingist við at granska og menna toskaaling, er hetta tað positivasta, eg havi upplivað. Her er einki kanska, og her eru eingi fyrivarni. Úrslitini av royndunum við toskaaling á Árnafirði er tað positivasta, eg havi upplivað. Skuldi tað hent, at svinnið eisini verður lítið í hesi royndini á Árnafirði, so er tað enn ein sólskinssøga í toskaalingini, sum eg ikki trúði, at eg fór at uppliva.
So positivur og bjartskygdur var Arne G. Kolbeinshavn í síni frágreiðing um hesa aling, sum nú fyribils er løgd á hillina, tí makrnaðarprísirnir á aldum toski ikki vístu seg at halda.
Vit kunnu vísa til orðini hjá Regini Jacobsen um, at biologiskt eydnaðist royndin á Árnafirði væl, men við tí prísgrundarlagi, sum seinni vísti seg at koma, verður einki gjørt við toskaaling í Føroyum fyribils.