Frakland framvegis í luftini

Flogfarið við franska landsliðnum er á veg til Noregs, og í løtuni er tað óvist, um tað fer at bera teimum til at koma til Føroya í nátt Franska landsliðið, sum klokkan 16 í morgin skal spæla ímóti Føroyum á Tórsvølli, er framvegis á flogi.

Eftir at flogfarið fyrr í kvøld hevur verið á Egilsstøðum, hevur tað verið yvir flogvøllinum í Vágum. Tað bar ikki til at lenda, og um níggju tíðina varð kósin sett til Noregs. Í løtuni er óvist, nær flogfarið kemur henda vegin.

- Vit fáa ikki samband við fraklendingarnar, fyrrenn teir hava lent í Noregi. Tá fæst at vita, hvussu tað verður við ferðini, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF.

Franska ferðalagið ferðast við svenskum leiguflogfarið. Teir hava verið ávegis til Føroya síðani fyrrapartin í dag.

Portalurin fer í kvøld at fylgja við í, hvussu tað verður við franska ferðalagnum.