Hevði hondina á fimm av seks bóltunum, sum fóru í málið. Var um reppið at bjarga báðum brotsspørkunum, men báðir bóltarnir sníktu seg inn undir hann. Hevði hann havt ein av sínum bestu døgum, so høvdu skotar [...] so nógvar nærdystir, men liggur heldur og lúrir eftir at leggja ímillum avleveringar. Fróði Benjaminsen Enn einaferð kundi staðfestast, at Fróði spælir ikki á tí støðinum, sum hann áður hevur gjørt. Møguliga [...] settur at spæla í vinstru síðu, har hann ikki hevur spælt serliga nógv áður. Eisini her var ein spælari valdur, sum kundi arbeiða hart, og tað gjørdi Jónhard. Hann var ikki serliga heppin við atsóknunum fram
vit hildið fram við at siga frá um fólk, sum gera sítt til, at Reyði krossur í Føroyum kann senda ein munagóðan stuðul til Asia. Hjálpin kemur fram Støðan er sum flest øll vita ógvuliga vánalig í økinum [...] væl upplýst. Tað er alt hetta, sum fólk síggja, sigur Súni Vinther. Bam í Iran er meira avbyrgt og hevur ikki tað sama tætta samband við umheimin og serliga vesturheimin, sum tað ger seg galdandi í Asia. [...] Asia liggur nógvum fólki nær at sinni í hesum døgum. Súni Vinther metir, at tað hevur stóra ávirkan, at vanlukkan eisini hevur rakt okkara grannalond. - Hetta, at tað eru so nógvir svenskarar, sum eru deyðir
i, sum ein kann ganga við í áravís, uttan at varnast nakað sum helst. Ein orsøk til, at tølini eru so nógv hækkað, kann tískil vera tann, at fleiri og fleiri lata seg kanna og at tað er hetta, sum sæst [...] bæði eru mannfólk og konufólk, sum eru limir í Krabbameinsfelagnum, er tað nógv mest konufólk, sum seta seg í samband við felagið at leita sær ráðgeving og hjálp og sum brúka tey tilboð, felagið hevur [...] fyri krabbamein í bløðruhálskertlinum, men tað er ikki tað, sum liggur fyrst fyri. - Tað, vit heldur gera, er at vit royna at eggja mannfólki, sum eru farin upp um tey 50, at fara til lækna at lata seg kanna
sálminum Nú hvítna tindar, sum hann skrivaði í 1937. Ein danskur heystsálmur, sum hann við stórum hepni hevur flutt yvir í føroyskt jørðildi Ein ótrúliga arbeiðssamur maður, sum hevur raðfest innsavning [...] í søguskriving yvirhøvur. Ein maður sum Símun Hansen hevur havt eina heilt ótrúliga arbeiðsorku og tað man neyvan vera løta í lívi hansara, sum er farin fyri einki. Tað, sum Robert Joensen og Símun Hansen [...] Winther, sum var til tiltakið. Jóan Pauli Joensen segði m.a. soleiðis í sínum innleggi: Robert Joensen skrivaði eisini eina áhugaverda grein: Føroysk og japansk fuglastong. Ein samanburður, sum hann skrivaði
í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu, og tað var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, sum fekk høvi at leggja fram ætlanina, sum kommunan hevur við útbygging av Tórshavnar havn. Anna Rubeksen, tiltakslimur í [...] eina neyvari og greiðari mynd av tí, ið ætlanin er at gera. - Øll vóru samd um, at Skansin, sum annars liggur undir mentamálaráðnum, krevur at verða betri umsitin, enn hann verður í dag, har hann meira [...] tók sær av at fáa fundin í lag eftir áheitan frá onkrum av limum felagsins. - Eg haldi, at vit høvdu ein góðan, siðiligan og upplýsandi fund, har høvi eisini var at seta spurningar og skifta orð um ætlaðu
ella ein kann fara gomlu farleiðina, nú ein sóljuleið, eftir vegnum um Hestin. Har kann ein njóta stórfingna útsýnið til vestursíðina av Suðuroynni, og ein kann skoða vakra Beinisvørð, og hevur ein hug [...] eitt nú stórfingna Vágseiði, sum í sínum veldi kann hugtaka ein vakran summardag, og av sonnum “vísa tenn”, tá stormarnir leika. Eisini er t.d. ein túrur niðan á Eggjarnar ein stórfingin uppliving. Nýggj [...] niðaná. Fer ein um Hestin, kann ein snara inn á vegin til avtoftaðu bygdina Víkarbyrgi, og ein kemur seinni eisini til vegin til Akraberg, har viti stendur. Eitt sera stórfingið stað, har ein skoðar út í
Knofler verður roknaður sum ein av dugnaligastu rockgittarspælunum yvirhøvur, og harafturat dugir hann eisini framúr væl at skriva sangir. Bæði sum oddamaður í Dire Straits og sum solistur hevur hann skrivað [...] í Malmø Úr Keypmannahavn er stuttur teinur til Malmø í Svøríki, sum er ein spennandi og livandi býur. Á Lilla Torg ber til at njóta ein kaffikopp og eygleiða fólk. Fleiri av bestu og kendastu matstovum [...] Pylsur er ein heimskendur pylsuvongur, sum stendur á Tryggvagøtu í Reykjavík. Pylsuvognurin lat upp í 1939, og í 2006 valdi bretska blaðið The Guardian pylsuvognin til tann besta í Europa. Ein klassiskur
sjeymannafari við Bjarna Sandoy. Teir royndu við snøri og komu víða um, sum á Miðhavið og Grynnuna. Bjarni hevði funnið eitt mið, sum var sum ein skalli. Hetta mið var so lítið, at tað rakk bert til at draga snørið [...] Skúvoyar sum drongur. Hann minnist seg at hava verið í Skúvoy, síðan hann var trý ára gamal. Ferðasambandið var at fara við postbátinum, sum sigldi eina og seinni tvær ferðir um vikuna. Hetta var ein opin [...] var eitt øgiligt brak. Skipið var við at slíta sum tað rørdist. Teir vaknaðu sum rímiligt er við kaldan dreym og tustu uppá dekkið. Vib bryggju lá eisini ein týskt farmaskip við koksi á dekkinum. Tað kom
Konseptið við sjóhita er upplagt til Saltsiloina, sigur Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi. Á tíðindafundinum, sum Saltsilo grunnurin skipaði fyri í gjár kom fram, at ætlanin er at upphitingin [...] frá sjóhita. Og tað heldur Kári Mortensen, sum umsitur orkumál á Jarðfeingi, verða eitt gott hugskot. - Vit hava verið við í einari verkætlan við sjóhita, sum Articon hevur staðið fyri í teirra bygningi [...] skipanini í einar 4-5 mánaðir, og nú virkar hon til fulnar. Hetta er sama teknologi sum við jarðhita og við hitapumpum, og tað sum er gott við sjóhita er, at hann er rímiliga støðugur, einar 10-11 gradir um summarið
Finnur Jensen. Men hetta eru ikki einastu framførslurnar, sum dreingirnir hava planir um í næstum. - Vit hava ætlanir um nógvar konsertir. Ein verður í kambsdali í desember. So skulu vit framføra á Planet [...] Tað er sjálvandi strævið at útgeva eina tílíka fløgu, men tað er spennandi, og eg haldi, at har liggur okkurt serligt í tí, sigur Finnur. Útgávukonsertirnar hjá PFP: (við DJ Crapman úr DK) Frí. 13. november