heri@sosialurin.foAnnan jóladag 2003 mistu 30.000 fólk lívið í Bam í Iran. Í Føroyum vórðu 65.000 krónur savnaðar inn. Tá avtornar verða kanska smáar tríggjar milliónir krónur innsavnaðar í sambandi við flóðalduna í Asia eitt ár seinni.
Talið er í besta føri ein meting. Í skrivandi stund nærkast talið hálvaaðrari millión.
Reyði krossur Føroya legði 35.000 krónur afturat innsavningini til offruni í Bam, soleiðis at 100.000 kr. vórðu sendar úr Føroyum til Iran.
Formaðurin í Reyða krossi í Føroyum er ikki iva um, hvør orsøkin fyrst og fremst er, at tað hesaferð verða innsavnað munandi meira av peningi.
- Tað er einki at ivast í, at tað er tí, at fólk eru so væl upplýst. Tað er alt hetta, sum fólk síggja, sigur Súni Vinther.
Bam í Iran er meira avbyrgt og hevur ikki tað sama tætta samband við umheimin og serliga vesturheimin, sum tað ger seg galdandi í Asia.
Fyrsta málið var at røkka milliónini, men tað er væl og virðiliga farið afturum hjá Reyða krossi. Sjálvur vil Súni Vinther ikki seta nakað tal á, hvat hann roknar við.
- Eg havi hoyrt onnur tosað um einar 2,5 milliónir, men eg tori ikki at gita við einari tílíkari innsavning, sigur Súni Vinther.
Tætt uppá
Fólk koma í hesum døgum kropp á kroppi til Reyða kross við peningi, hugskotum og hjálp av ymsum slag. Tað er einki yvir at dylja, at vanlukkan í Asia liggur nógvum fólki nær at sinni í hesum døgum.
Súni Vinther metir, at tað hevur stóra ávirkan, at vanlukkan eisini hevur rakt okkara grannalond.
- Hetta, at tað eru so nógvir svenskarar, sum eru deyðir, er nakað nógv fólk hava á munni, tá tey tosa við okkum, sigur Súni Vinther.
Saman við nógvu upplýsingini, heldur Súni Vinther, at tað, at føroyingar kenna vanlukkuna nær, eru størstu orsøkirnar til, at føroyingar nýta so nógva orku upp á júst hesa innsavningina.
Og sigast kann, at føroyingar lata rættiliga nógv. Ì øllum førum lata føroyingar meira enn miðal danin.
Søgurnar eru nógvar - og stuðlarnir enn fleiri. Eitt nú koma ein genta, á leið eini 15 ár, til Reyða kross við helvtini av tí, hon hevði fingið í føðingardagsgávu.
Eisini í arrestini í Havn verður hugsað um tey neyðstøddu í Asia. Reyði krossur fekk ein kærkomna peningagávu hiðani. Og soleiðis kundu vit hildið fram við at siga frá um fólk, sum gera sítt til, at Reyði krossur í Føroyum kann senda ein munagóðan stuðul til Asia.
Hjálpin kemur fram
Støðan er sum flest øll vita ógvuliga vánalig í økinum, har flóðaldan rakti. Tað eru eisini sett spurnartekin við, hvørt hjálpin kemur rætt fram og veruliga hjálpir teimum, sum hava brúk fyri hjálpini.
Tað er Reyði krossur í Danmark, ið umsitur føroyska partin av innsavningini.
- Vit eru við at taka avgerð um, hvat peningurin skal nýtast. Vit eru eisini sannførd um, at peningurin hjálpir ógvuliga væl, har hann skal, sigur Súni Vinther.
Í økinum, har flóðaldan rakti, er stórir trupulleikar við vegakervi og øðrum infrastrukturi, men tað hevur kortini gingið rímiliga væl hjá Reyði krossi at koma fram á røttu støðini, sigur Súni Vinther.
Dag og nátt
Reyði Krossur í Føroyum hevur eini tríhundrað á limalistanum yvir gjaldandi limir. Felagið hevur høli á bryggjubakka, og tað eru fleiri eldsálir, sum gera eitt stórt arbeiði til dagligt fyri Reyða kross.
Í hesum døgum eru tað nøkur, ið nýta dag og nátt. Onnur nýta kvøldarnar, summi nýta bæði arbeiðstíð og frítíð og uppaftur onnur nýta kvøldini.
Men Súni Vinther heldur seg fáa nakað afturfyri stríðið.
- Vanliga er tað ongin, sum leggur til merkis, hvat vit gera. Hetta seinasta arbeiðið gevur mær so tað, at sumt av tí, mann hevur fingist við, gevur bonus, sigur Súni Vinther.
Formaðurin greiðir frá, at tey als ikki vóru fyrireikaði til at skula lyfta eina sovorðna uppgávu, men fólk hava verið røsk at vent sær til teirra, og tað hevur gingið skjótt at skipa eina umfatandi innsavning.
Hann skundar sær víðari til ta næstu uppgávuna, nú vit hava fingið svarað okkara spurningum. Tað ganga helst nakrir tímar aftur, áðrenn hann sleppur heim.
Serliga telefonnummarnumarið hjá Reyði krossur er 90 56 56.