Upplagt at Rex skipar fyri konsertunum

Manningin í Páll Finnur Páll og menninir handan Rex kennast væl, og tískil kom tað skjótt í lag, at Rex skuldi skipa fyri hesum báðum konsertunum.

 

- Vit hava altíð haft eitt gott samstarv við Rex. Har eru góðar treytir, góð útgerð, og tað er eitt gott stað at náa tann eldra málbólkin. Á Hálsi sleppa vit so at framføra til tey yngru, so vit fáa allar aldursbólkarnar við. Tað er jú torført at samansjóða allar málbólkarnar á einum staði, sigur Finnur Jensen.

 

Men hetta eru ikki einastu framførslurnar, sum dreingirnir hava planir um í næstum.

- Vit hava ætlanir um nógvar konsertir. Ein verður í kambsdali í desember. So skulu vit framføra á Planet Awards saman við Frændum, og so verður eisini okkurt í Rex afturat, sigur Páll.

 

- Vit eru ógvuliga spentir til hetta útgávuvikuskiftið. Fleiri og fleiri fólk koma til konsertirnar hjá okkum, og vit tíma eisini betur og betur, haldi eg. Tað er sjálvandi strævið at útgeva eina tílíka fløgu, men tað er spennandi, og eg haldi, at har liggur okkurt serligt í tí, sigur Finnur.

 

Útgávukonsertirnar hjá PFP:

(við DJ Crapman úr DK)

 

Frí. 13. november í Rex. Atgongumerki fáast fyri 180 kr. við dyrnar, og tað er 18 ára aldursmark.

Bussar koyra úr Fuglafirði, Vágunum og Vestmanna. Tilmelding er í seinasta lagið 10.. november kl. 15.00 á tlf. 217752. Avmarkað pláss.