goyma djúpt innan í mær. Vinalagið hjá okkum er bara 12 ára gamalt, men tað kennist, sum eg altíð havi kent teg. Altíð góð í ráðum, tú stóð mær nær og stuðlaði mær gjøgnum truplastu tíðina í mínum lívi [...] vera rúkandi ósamdar, serliga meðan eg var ein av “teimum óndu” í leiðsluni í Kringvarpi Føroya. Á, teir uppsangir, ið eg tá kundi fáa, og tað bar illa til at siga tær ímóti, tí tú vart so skørp og vælvitandi [...] Stuttligu løturnar hava eisini verið nógvar. Tú vart tann mest piparsliga, forlovaði kvinnan, eg nakrantíð havi kent. Eg meini so við, hvør ferðast aftur og fram millum Klaksvík og Havnina við urtapottum á baksetrunum
enn hesar nólsoyingar kundi eg neyvan fáa til at smíða húsini. Tað sum sermerkti teir allar var, hvussu lagaligir teir vóru í allar mátar. Tá tað kom út ímóti endanum av arbeiðinum, tá innrættan skuldi [...] hvussu skjótt arbeiðið varð gjørt, men at tað vóru fleiri sum eygleiddu hvussu arbeiðið varð gjørt. Eg havi vitja Sverra av og á í heiminum á Ternuryggi. Hesa seinastu tíðina, var hann viknaður nógv og illa [...] varð móttikin við orðunum: “Halló, halló, vælsignaður, kom inn, kom inn og reypa, tað einasta eg nú havi eftir er mussaskøi, so nú fái eg bara sitið og reypa”. Men hóast nógv viknaður í seinastuni, so varð
og kom beinanvegin á skúlaliðið saman við kunningunum úr Havn Jóannesi Simonsen og Jóannesi Toftum. Teir vóru allir berandi kreftir á liðnum. Stríðsárini búði Jógvan í Keypmannahavn. Gekk á Polyteknisk [...] rygg til at føra felagið víðari við tí gamla formanninum Jógvani Rasmussen við róðrið eina ferð enn. Havi hoyrt sagt frá, at treiskaðust ikki Jógvan og Meinhardt, farbróður, í HB tá, so er óvist, um felagnum [...] oddamaður og liðskipari, tá HB vann sítt fyrsta FM í 1955 og annað í 1960. Jógvan var eisini við til teir mongu steypasigrarnar í kappingini um Ísafjarðarbikarinn frá hálvum fimmtiárunum. Hann var fastur
at kenslurnar fóru at fáa yvirvág á mær. Men síðani jarðarferðina, eru óbodnir tankar komnir, og tí havi eg avgjørt, at seta hesi fáu orð á prent, fyri at æra minni hennara. Merry er tann av systrum mínum [...] um mammu, hon hevur ringt fýra ferðir á fartelefonina hjá mær, meðan vit hava siglt, og spurt um eg havi eyguni eftir dreingjunum". Síðani fortaldi eg Poul, at til okkum hevði hon eisini ringt fýra ferðir [...] koma heim. Avgerð skuldi takast innan eitt samdøgur, tí annars slapp hann ikki út úr ættarbólkinum teir næstu fleiri dagarnar. Tíbetur tóku tit ta støðu, at biðja Poul koma heim. Síðani bleiv tað ein ivi
kundi mátast við teg. Summarið var í besta blóma, og eg gleddi meg til at koma heim við tær og nýta teir síðstu mánaðarnar av sumrinum saman við tær og diddu. Tú var ein deiligur drongur, treivst væl og [...] og aftaná nógvar og drúgvar samtalur endaði tað við, at eg gav meg, og tú slapp avstað. Hesa avgerð havi eg ongantíð angrað. Tú elskaði at verða har, og tey tvey árini tú var har, menti tú teg nógv í allar [...] vit skuldu koma heim. Vit ringdu saman fleiri ferð um dagin og planløgdu ymisk, vit skuldu gera. Eg havi ofta hugsað um allar tær góðu løturnar, vit fingu saman hetta summarið. Tær virkaðu meira inniligar
kúklaðist um, og tá ið seyðahúsið í 90´unum fór í eini ódn, vóru synirnir skjótir at fáa tað upp aftur, tí teir vistu sum var, at dagliga gongdin í seyðahúsinum var ein lívsæðr hjá abba, ið tá var vorðin pensionistur [...] Hjallnes í Kollafirði eftir kúnni Gráu. Á veg heimaftur hitti hann nakrar menn ið fregnaðust um prísin. Teir hildu hann verða alt ov høgan, og mettu at abbi mundi verða snýttur. Men abbi endaði altíð søguna [...] taka dagar ímillum, men at eygleiða hann spakuliga fara úr hesu verð, er vakrasti vitnisburður eg enn havi sæð. Omma og abbi vóru alt teirra lív trúgvandi, og livdu tey eftir besta førimuni eftir orðið Guðs
og síggja, hvussu teir trivust og mentust. Familjan hevði so nógv at týða fyri teg, og lívið var ikki ein sjálvfylgja. Tú leiðst nógv, hóast lívið ikki gjørdist langt. Men ongantíð havi eg uppliva eitt ungt [...] skaptur í loyndum, virkaður í jarðardjúpinum. 16.Sum fostur sóu eygu Tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dagarnir, ið ásettir vóru, áðrenn nakar av teimum enn var komin. 17.Sum hugsanir
hjálparloysi og ræðslu, teir gomlu løgdu á annan bógv, tóku snørið í hond, løgdu til havs, vunnu gull og trúgv á egna megi, arbeiðsgleði, sum eisini kom jarðarbrúkinum til góðar, teir gomlu veltu upp úr nýggjum [...] skemtingar sama lyndi, sum Finnur hevði, gjørdi mangt orðaskiftið til láturs, um menn onkuntíð, tá teir gingu fjøllini (royting og skur) og arbeiði við hagreiðing av seyði gekk sína vanligu gongd, so kundi [...] mentur. Nú ikki fyrr enn hálvan annan mána eftir at tú fór frá okkum kennist saknurin so stórur, eg havi ikki ordliga fata tað enn at tú ert farin handan sýnina, tað kennist løgi, at eg ikki longur ringi
var horvin frá Tåsinge Mærsk, skipinum hann hevði siglt við tey seinastu árini. Ei heldur gloymi eg teir fylgjandi dagarnar, har leitað var eftir honum, meðan vit sótu heima, ræðslusligin og uttan at kunna [...] funnin ella ikki. Hesar dagarnar standa fram í minni mínum, sum tann ræðuligasta tíðin eg nakrantíð havi upplivað. Pabba hevur siglt úti líka síðan beiggjarnar hjá mær og eg vóru heilt lítil, og eg minnist
sól. Og teir báðir garpanir hugnaðu sær óført - Hetta sjálvt um teir, hvør í sínum lagið, vóru argir um at teir skuldu hava hjálp at koma í saðilin. Tá teir vóru komnir upp á rossið, vóru teir tó sum tveir [...] stuttligan hátt. Tá Petur koyrdi runt og seldi, spurdi hann ikki kundarnar um teir skuldi hava okkurt. Hann spurdi hvussu nógv teir skuldi hava. Men hann gjørdi hetta á ein hátt, har eingin føldi seg snýttan [...] snýttan, og øll gjørdist í góðum lag tá Petur kom at vitja. Hendan sølan vaks ár um ár. Ikki tað, eg havi varhugan av, at hann arbeiddi ikki fyri at ríka seg upp, hetta var bara ein máti hjá honum at kunna