Til minnis um mín elskaða pápa Finn Jacobsen

Føddur 24.04.1957 - Sjólátin 20.07.2010

Eg gloymi ongantíð tann dagin eldri beiggi mín kom og vakti meg tíðliga á morgni, 20. juli í 2010 og segði, at ein løgreglumaður hevði verið hjá okkum og fortalt, at pápi okkara var horvin frá Tåsinge Mærsk, skipinum hann hevði siglt við tey seinastu árini. Ei heldur gloymi eg teir fylgjandi dagarnar, har leitað var eftir honum, meðan vit sótu heima, ræðslusligin og uttan at kunna gera nakað annað enn at bíða, til vit fingu nærri boð, um hann var funnin ella ikki. Hesar dagarnar standa fram í minni mínum, sum tann ræðuligasta tíðin eg nakrantíð havi upplivað.
Pabba hevur siglt úti líka síðan beiggjarnar hjá mær og eg vóru heilt lítil, og eg minnist, hvussu kedd vit vóru, tá hann skuldi avstað, hvussu nógv vit saknaðu hann meðan hann var burtur, og samstundis, hvussu nógv vit gleddu okkum til hann kom heim aftur. Tá vit so hoyrdu eyðkendu røddina við úthurðina, “nú er pabba heima”, runnu vit øll út at hálsfevna hann. Sjálvt um árini gingu, og vit blivu eldri, so saknaðu vit hann altíð, tá hann ikki var heima.
Tað týdningarmesta fyri pabba var, at vit høvdu tað gott. Hann plagdi altíð at siga, at tað er líka mikið hvussu fínt og flott tað heila er, um man ikki hevur tað gott, har man. Hann elskaði at forkela okkum við góðum mati, og hugna um okkum, tí kendist tað heldur tómt, tá hann sigldi úti á jólum.
Pabba var altíð vinarligur ímóti øllum, ein róligur og sera tolin maður, sum sjáldan skeldaði ella rópti. Hann var stuttligur, og vit flentu mangan eftir honum, tá hann skemtaðist, fortaldi vittigheitir, ella hermdi eftir onkrum, sum hann dugdi so væl. Hann var eisini góður at snakka við, og eg minnist tær óteljandi løturnar, eg og pabba sótu og prátaðu um alt ímillum himmal og jørð. Honum dámdi væl at greiða mær frá sínum arbeiði, ella fortelja mær frá, tá hann var ungur o.s.fr. Hevði eg trupulleikar, visti eg at eg altíð kundi fara til hansara, eg visti, at hann fór at skilja meg, og at hann kundi geva mær góð ráð. Hevði eg eitt nú hjartasorg, kundi eg altíð snakka við pabba um tað, og hann uggaði meg altíð á tann hátt, at eg fekk tað betur. Eg minnist eisini serliga, tá eg var niðri í Danmark og bleiv skurviðgjørd í eina knænum, vit svóvu hjá familju vit høvdu í Danmark. Eg mátti sova í stovuni á eini sofu, tí tað lá betur fyri, og pabba svav eisini í stovuni á einari lítlari sofu, við liðina á mær, so at eg ikki skuldi liggja einsamøll. Eg kundi ikki ganga uppi, so hann rann aftur og fram fyri meg, og gav mær alt tað, eg hevði tørv á, tá minnist eg, hvussu takksom eg var fyri at hava ein so fittan pápa. Tí soleiðis var pabba. Hann hugsaði altíð um onnur, og var altíð klárur at hjálpa.
Pabba lærdi okkum eisini nógv. Hann lærdi okkum millum annað at fylgja okkara dreymum, og at gera tað, sum gjørdi okkum lukkulig. Hann og mamma lærdu okkum samstundis at vera vinarlig og at hava virðing fyri øðrum menniskjum. Pabba og mamma hava altíð stuðlað okkum í øllum, vit hava tikist við, um tað var ítróttur, skúli ella arbeiði, og tað eru vit sera takksom fyri.
Tann morgunin, vit fingu at vita, at pabba var horvin, broyttist alt. Lívið skuldi ongantíð blíva tað sama aftur, og sorg og saknur bleiv ein partur av gerandisdegnum. Alt kendist óveruligt, sum ein óndur dreymur. Vit sita eftir við eini tómari kenslu innaní, og við túsundatals av spurningum, vit nokk ongantíð fáa svar uppá. Hvussu kundi tað henda fyri okkum? Man væntar ongantíð, at sovorðið rakar ein sjálvan, bert nábúgvan. Hesa ferð vóru vit nábúgvin.
Sjálvt um pabba ongantíð bleiv funnin, og ongantíð kom heimaftur til okkum, so eru minnini og kærleikin har enn, tí kærleikin yvirvinnur deyðan, og øll tey góðu minnini, vit hava um hann, standa klár í okkara hugaheimi og fáa okkum at minnast hann, sum tað fantastiska menniskja og pápan, hann var.
Sjálvt um lívið kennist sera torført, og ringt er at síggja meinigina við tí heila, so er tað týdningarmikið, at man stendur saman í sorgini, og at man vísur, at man er góður við hvønn annan, tí áðrenn man veit av, er tað ov seint. Vit eru sera takksom fyri at hava nógv góð fólk rundan um okkum, familju, vinir og kenningar, sum hava borið tungu byrðarnar saman við okkum.
Eg veit, at vit ein dag skulu síggjast aftur í Himmalinum, har eingin sorg og saknur er.
Vit elska teg, pabba

“Delightful and loving, loved and admired, Dad, you’re my hero, my life you’ve inspired. And when all my blessings are counted each day, I thank God in Heaven for Dad when I pray. Dad thanks for your presence throughout thick and thin; You were more than a parent, you were my wonderful friend.”

Friður verður yvir minninum um mín elskaða pápa.
--------
Barbara