stjórnin kom við hóttanini um at leypa á landið . Á einum fundi við ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, í Johannesburg segði Aziz, at Irak er sinnað at tosað við ST og at samstarva við heimsfelagsskapin, men [...] má eisini fáa nakað burtur úr samstarvinum. Tariq Aziz nevndi m. a. handilstiltøkini, sum ST setti í gildi ímóti Irak eftir Flógvakríggið, og sum sambært irakum hava kostað túsundtals sivilum irakum lívið [...] lívið hesi tíggju árini. Irsksku myndugleikarnir vilja m. a. vera við, at fleiri túsund børn eru deyð, tí landið fær ikki nóg mikið av heilivági. Ein annar trupulleiki er, at drekkivatnið er ov skitið,
á landi í 2030, og ein týdningarmikil táttur í hesi at leggja upphiting og ferðslu á landi um til grøna orku. Og í hesum sambandi hevur tað nógv at siga, at el-bilar og hitapumpur til sethús eru [...] ikki longri enn til á nýggjárinum, men nú vil Bjørt Samuelsen hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um ætlanin er at lata skipanina halda fram. Men hon spyr eisini um nøkur ætlan er um at
- Eg valdi at fara í praktikk á løgreglustøðini, tí eg haldi at tað er sera áhugavert og spennandi. Eg hevði gott kunnað hugsað mær at havt hetta sum mítt framtíðar yrki, sigur Ruth álvarsom. Jona Ásvør [...] hava gjørt so nógv ymiskt. Vit hava verið á kanningardeildini, útrykningsdeildini, og verið hjá ferðslu- parkeringspolitistunum. Eisini sluppu vit á fútaskrivstovuna, har tey skriva bøtur og tílíkt, sigur [...] uppá Ruth. - Ja, eg var bangin fyri hundunum áðrenn vit fóru, men nú ræðist eg teir als ikki. Teir eru í veruleikanum rættuliga fittir, sigur hon og rodnar. At enda fortelja tær okkum, at tey hava eitt fitness
hvalir, verður hesa ferð bara býtt í rakstrarpartar, og tað vil siga, at bara bátarnir, sum vóru við at reka grindina, fáa part Annars varð ein grind eisini funnin í Djúpunum í gjárkvøldið, men hon var so lítil [...] nú grindin er deyð vísir tað seg, at tað er ikki so frægt sum tað, tí talan er ikki um meiri enn níggju hvalir, sum hava lagt beinini. Norðdepil fyllir 150 í ár og føðingardagurin verður hildin um vikuskiftið [...] Norðdepli og Hvannasundi upptikin í tí sambandi. Tí var ætlanin at flyta hvalirnar til Klaksvíkar at skera upp. Men av tí, at talan er um so lítla grind, verður skorið upp í mølini, har hon doyði. Og sýslumaðurin
2. desember í fjør bleiv ein bládúgva dripin av eini kettu í Sumba. Henda dúgvan vísti seg at vera ringmerkt tann 14. oktobur í 2006, eisini í Sumba, og hon var minst eitt ára gomul, tá hon bleiv merkt [...] Hon bar ringin í 8 ár, 1 mánað og 19 dagar. Hetta er ein mánað longri, enn nøkur onnur bládúgva er skrásett at vera merkt í Evropa. Higartil hava 294 bládúgvur fingið ring settan á beinið í Føroyum. Tað [...] bleiv fangað av einum ringmerkjara í Bretlandi og slept leys aftur. Tað vísti seg at vera 17 ár og 8 mánaðir síðan hon fekk ringin um beinið. Ein turkadúgva bleiv funnin deyð við ringi um beinið, og hon var
høvuðsstaðin í landspartinum, og onnur eru innløgd á sjúkrahúsið í býnum Chhapra, umleið 65 kilometrar frá Patna. Fátæk skúlabørn fáa ofta ókeypis máltíðir í skúlum, sum staturin rekur í fleiri av teimum [...] Ein sorgarleikur hevur rakt ein skúla í India, har átta børn eru deyð og í minsta lagi 80 onnur innløgd eftir at hava etið á skúlanum, skrivar TV2. - Tey átta børnini, sum øll vóru yngri enn 10 ár, doyðu [...] sigur Abhijit Sinha, umsitingarleiðari í eysturindiska landspartinum Bihar, við tíðindastovuna AFP. Ógreitt er, hvat hevur verið í matinum. Fremsti ráðharrin í Bihar hevur givið boð um at kanna andlátini
lítið fall í mun til í samdøgrið frammanundan. Fríggjadagin var talið av deyðum millum koronasmittað 766 fólk, og dagin fyri 760. Tilsamans eru deyð 15.362 fólk, síðani útbrotið byrjaði í Italia í februar [...] sjúrkahúsum í Italia, fallið. Tað sigur italska heilsutilbúgvingin í dag, skrivar tíðindastovan Reuters. Tað eru nú 3943 sjúklingar innlagdir á intentsivum deildum kring Italia, sigur uppgerðin í dag. Í gjár [...] gjár vóru tey 4068 í tali. Tað er fyrstu ferð, at talið er lækkað, síðani koronafarsóttin breyt út í Italia 21. februar. – Tað eru ógvuliga góð tíðindi, tí sjúkrahús okkara fáa nú andað, sigfur ángelo Borrelli
Tað verður nú ólógligt í Danmark at savnast í bólkum við fleiri enn 10 persónum. Hetta verður galdandi bæði úti og inni. Forboðið kemur í gildið klokkan 9 í morgin, føroyska tíð. Hesum hevur Mette Frederiksen [...] at vit bróta smittuketuna nú, segði hon. Í Danmark eru 977 skrásett smittað við koronavirus. 82 fólk í løtuni innløgd, 18 eru sera illa fyri og fýra eru deyð.
landskappingin í fótbólti, Super League, sum eftir ætlan skuldi byrja í komandi mánaði, er fyribils útsett. Fleiri kendir spælarar spæla í Kina, men nú ljóðar at teir leita eftir møguleikum í Evropa. Í dag upplýsa [...] við deyðiliga coronavirusinum fær fyri framtíðina í kinesiskum fótbólti. Longu nú er eisini greitt, at innandura-HM í frælsum ítrótti, sum skuldi verða í mars mánaði er avlýst. [...] higartil hevur kostað 38 mannalív afturat. Harvið eru 170 fólk nú deyð av virusinum. Harumframt er tað staðfest, at gott 1.700 fólk eru smittað í Kina. Tað førir samlaða talið av smittaðum upp á 7.711 fólk.
Í minsta lagi 32 fólk eru deyð og 110 eru særd í Bagdad í dag, tá tvær sjálvmorðsbumbur brustu. Hetta er tískil tað álop í irakiska høvuðsstaðnum seinastu trý árini, sum hevur kravt flest mannalív. Tað [...] eru ikki so vanlig í Bagdad. Seinasta álop av slíkum slag hendi í juni í 2019. Men, seinastu tíðina hava verið politiskar rembingar í krígsherjaða landinum, har fólk skulu til val í oktober. Sambært New [...] seinnapartin við irakiskum heilsumyndugleikum sum keldu. Sagt verður, at álopini raktu eitt handilsøki í miðbýnum í høvuðsstaðnum. Sambært útlendskum miðlum hevur eingin higartil tikið ábyrgdina av atsóknini. Eitt