- Eg valdi at fara í praktikk á løgreglustøðini, tí
eg haldi at tað er sera áhugavert og spennandi. Eg
hevði gott kunnað hugsað mær at havt hetta sum mítt
framtíðar yrki, sigur Ruth álvarsom. Jona Ásvør nikkar
og tekur undir við henni.
Teimum dámar sera væl á politistøðini. Starvsfólkini
eru fitt og blíð, og vóru sera væl fyrireikað uppá
hvat praktikkantarnir skuldu gera. Ruth og Jona Ásvør
høvdu fingið eitt skema frá teimum áðrenn tær byrjaðu
starvsvenjingina.
- Fyrsta dagin vit komu, vóru vit móttiknar við einum
smíli frá starvsfólkunum. Tey komu øll yvir at heilsa
uppá okkum.
Hvat ger man sum praktikkantur á einari løgreglustøð?
- Vit hava gjørt so nógv ymiskt. Vit hava verið á
kanningardeildini, útrykningsdeildini, og verið hjá
ferðslu- parkeringspolitistunum. Eisini sluppu vit á
fútaskrivstovuna, har tey skriva bøtur og tílíkt,
sigur Ruth við einum lítlum brosi.
- Vit hava eisini verið á náttarvakt fríggjakvøldið,
men har hendi ikki tað stóra. Vit bara steðgaðu nøkrum
bilum. Hóskvøldið vóru vit við til eina hundavenjing,
har tey millum annað eisini trenaðu narkohundin, sigur
Jona Ásvør smílandi og hyggur uppá Ruth.
- Ja, eg var bangin fyri hundunum áðrenn vit fóru, men
nú ræðist eg teir als ikki. Teir eru í veruleikanum
rættuliga fittir, sigur hon og rodnar.
At enda fortelja tær okkum, at tey hava eitt fitness
sentur á løgreglustøðini.
- Ja vit hava gjørt nógv búkøvilsir og lyft vektir, tí
um man skal vera politistur má man styrkja vøddarnar.
So tit mugu bara ansa tykkum, ella koma vit eftir
tykkum, siga tær og flenna.