Vil vita um tað eisini verður bíligari næsta ár

Fíggjarligar gularøtur virka ofta væl, heldur løgtingskvinna

Heldur skipanin, sum ger hitapumpur og el-bilar eru bíligari at keypa, ikki fram, fer tað at bremsa eini góðari gongd. Tað heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Sum nú er, fáa øll, sum keypa sær hitapumpu og el-bil, mvg aftur, úr landskassanum og sostatt verður tað munandi bíligari.

Men tann skipanin varar ikki longri enn til á nýggjárinum, men nú vil Bjørt Samuelsen hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, um ætlanin er at lata skipanina halda fram.

Men hon spyr eisini um nøkur ætlan er um at víðka skipanina, so at eisini tey, ið fáa sær sólorku, ella aðrar grønar orkuskipanir, eisini fáa mvg aftur.

Men um so er, at ætlanin er ikki at skipanins skal halda fram, vil Bjørt Samuelsen hava at vita um ætlanin so er at seta nakað annað ístaðin fyri at skunda undir, at húsarhald og fyritøkur fáa sær grønar hitaskipanir og el-bilar.

Hon minnir á, at tað hevur verið eitt politiskt mál, at Føroyar eiga at verða 100 prosent grønar á landi í 2030, og ein týdningarmikil táttur í hesi at leggja upphiting og ferðslu á landi um til grøna orku.

Og í hesum sambandi hevur tað nógv at siga, at el-bilar og hitapumpur til sethús eru mvg frí, tí fíggjarligar gularøtur virka ofta væl, heldur hon
– Sum skilst er áhugin at fáa sær grøna orkuskipan nógv vaksin, og bíðitíð er eftir at fáa borað hol til jarðhitaskipanir. Ein steðgur í mvg-afturberingini kann fara at bremsa jaligu gongdini, sigur Bjørt Samuelsen.