Danmark: Fleiri enn 10 persónar mugu ikki hittast í senn

Tað er neyðugt við nýggjum tiltøkum móti koronasmittuni í Danmark, sigur forsætisfrúan

Tað verður nú ólógligt í Danmark at savnast í bólkum við fleiri enn 10 persónum. Hetta verður galdandi bæði úti og inni. Forboðið kemur í gildið klokkan 9 í morgin, føroyska tíð.

Hesum hevur Mette Frederiksen, donsk forsætisráðfrú, akkurát boðað frá á tíðindafundi.

Frisørar, ítróttarstøð, sólsentur, tattovørar og massørar skulu eisini steingja - yvirhøvur øll støð, har tætt samband er millum fólk. 

Matstovur, skeinkistøð og kaféir skulu eisini steingja, men her verður møguleiki fyri take-away.

Krøvini til matvøru handlarnar verða eisini herd, soleiðis at har verður størri frástøða millum kundarnar, og spritt skal eisini vera tøkt.

Alt hetta verður fyribils galdandi til 30. mars, eins og hini tiltøkini hjá donsku stjórnini.

Mette Frederiksen segði, at tað er betri at handla skjótt og gera ov hørð tiltøk, enn at handla ov seint og ikki gera neyðugu tiltøkini.

– Tað er heilt avgerðandi, at vit bróta smittuketuna nú, segði hon.

Í Danmark eru 977 skrásett smittað við koronavirus. 82 fólk í løtuni innløgd, 18 eru sera illa fyri og fýra eru deyð.