Ongin fótbóltur í Kina og spælarar rýma

Deyðiliga coronavirusið hevur nú sína ávirka á fótbóltin í Kina

Kinesiska landskappingin í fótbólti, Super League, sum eftir ætlan skuldi byrja í komandi mánaði, er fyribils útsett. Fleiri kendir spælarar spæla í Kina, men nú ljóðar at teir leita eftir møguleikum í Evropa.

Í dag upplýsa kinesisku heilsumyndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters, at coronavirusið higartil hevur kostað 38 mannalív afturat. Harvið eru 170 fólk nú deyð av virusinum. Harumframt er tað staðfest, at gott 1.700 fólk eru smittað í Kina. Tað førir samlaða talið av smittaðum upp á 7.711 fólk.coronavirusinum.

##med2## 

Hetta hevur fingið kinesiska Fótbóltssamabndið til at útsetta landskappingina í fótbólti, fyri at minka um útbreiðsluna av deyðiliga coronavirusinum. Bretskir miðlar sum Dailymail skriva, at fyrrverandi Premier League spælarar sum Marouane Fellaini, Marko Arnautovic, Paulinho, Mousa Dembele, Odion Ighalo, Salomon Rondon og Oscar, nú leita eftir nýggjum feløgum í Evropa.

Kina hevur ment seg nógv sum fótbóltstjóð og tað eru nógvir pengar í kinesisku landskappingini. Spurningurin er so hvønn týdning støðan við deyðiliga coronavirusinum fær fyri framtíðina í kinesiskum fótbólti. Longu nú er eisini greitt, at innandura-HM í frælsum ítrótti, sum skuldi verða í mars mánaði er avlýst.