Irak gloppar dyrnar

Irak er til reiðar at samstarva við ST, men vil eisini hava nakað burtur úr samstarvinum

Irak-kreppan
Árni Joensen:

Irakski varaforsætisráðharrin, Tariq Aziz, sigur nú, at Irak er til reiðar at samstarva við St fyri at fáa enda á ótryggu viðurskiftunum, sum hava valdað, síðani amerikanska stjórnin kom við hóttanini um at leypa á landið .
Á einum fundi við ST-aðalskrivaran, Kofi Annan, í Johannesburg segði Aziz, at Irak er sinnað at tosað við ST og at samstarva við heimsfelagsskapin, men hann legði dent á, at Irak má eisini fáa nakað burtur úr samstarvinum. Tariq Aziz nevndi m. a. handilstiltøkini, sum ST setti í gildi ímóti Irak eftir Flógvakríggið, og sum sambært irakum hava kostað túsundtals sivilum irakum lívið hesi tíggju árini.
Irsksku myndugleikarnir vilja m. a. vera við, at fleiri túsund børn eru deyð, tí landið fær ikki nóg mikið av heilivági. Ein annar trupulleiki er, at drekkivatnið er ov skitið, tí landið fær ikki tey neyðugu evnini til at reinsa vatnið við.