venjarin á Toftum metir ikki, at hann hóskar inn í bygdarmyndina á Toftum, og tað er bæði á tí persónliga og ítróttarliga økinum, og tá soleiðis er statt, er frægast fyri báðar partar at steðga samstarvið [...] Liðið hevur leikt tveir dystir ímóti botnliðum, og báðir dystirnir eru endaðir við javnleiki. Fyrst var TB á Svangaskarði, og tann dysturin endaði málleysur, og vikuna eftir spældu toftamenn 3-3 á Mølini ímóti [...] venjarin hjá B68, Frank Skytte, gevst á Toftum eftir hetta kappingarárið. - Eg og Tofta Ítróttarfelag hóska ikki saman, og tí verið eg ikki venjari hjá B68 komandi kappingarár, sigur Frank Skytte Frank
á Gladsaxe Gymnasium 1969-71 og á Gl. Hellerup Gymnasium 1971-1994, har hann undirvísti í søgu, kristni og fornaldarfrøði. Eitt skifti var hann lestrarvegleiðari og í 7 ár valdur álitismaður fyri sta [...] sonur Turid Waag úr Vági, Klaksvík, og Jóan Magnus Høgnesen, av Toftanesi í Lorvík. Barnaárini var Róland nógv í Mikladali, og hann vitjaði seinni javnan í Mikladali og stundum eisini á Trøllanesi. Róland [...] Róland tók realprógv í Klaksvík og síðani studentsprógv í Havn í 1948. Hann fór til Keypmannahavnar at lesa og gjørdist í 1971 cand.mag. í søgu og kristni. Hann búði í Danmark, síðani hann fór niður at lesa
pynta um úrslitið. B36 vann 7-0, og sigurin kundi verið nógv størri enn tey sjey málini. Føroyameistararnir tykjast nú hava funnið stevið aftur, og tá bæði John Petersen og Jákup á Borg spæla væl, hava [...] odda 3-0. Og fýra minuttir seinni var tað Allan Manai, sum við eini vakrari detalju, har hann lyfti upp um ein TB-leikara og smekkaði í málið, økti til 4-0. So var linjan av álvara løgd, og TB-liðið, sum [...] liðnum hesaferð. Men B36-hópurin er væl mannaður, og í hansara stað spældi Allan Manai úti í vinstru síðu. Og tað merktist als ikki, at landsliðsspælarin og liðskiparin ikki var við ? til tess var munurin
hvør móti øðrum og flætta fingrarnar. 5. Gníggja baksíðuna av fingrunum móti hinum lógvanum. Læs fingrarnar. 6. Tak høgra tummil í vinstra lógva og vríggja nakrar ferðir, og umvent. 7. Legg fingrarnar [...] gera sær ein kalkunburgara og eina salat. Fremsti feilurin hjá teimum var, at tey ikki vaska hendurnar nóg ofta. Tey vaskaðu bara hendurnar ein triðing so ofta, sum tey burdu, og tey vaska ei heldur hendurnar [...] eisini vaskast, tá tær eru skitnar og altíð, áðrenn ein fer at gera mat. Onkuntíð mugu tær eisini vaskast, meðan vit matgera. - Um ein fæst við rátt kjøt, serliga høsnarunga, og síðani skal fáast við mat, sum
Yvirhøvur turt og skýggjað, og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um kvøldið øtlar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av útsynningi og vestri, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og regn av vestri [...] millum 3 og 7 stig. Fríggjadagin Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s. Skýggjað og stundum regn, men sum frá líður yvirhøvur turt. Hitin millum 4 og 9 stig [...] møguliga regn, vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig. Í nátt framvegið vátaslettings- ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 3 hitastig. Andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Í morgin
Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, sum frá líður við vátaslettingi ella kava. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 3 hitastig. Hósdagin Hvassur vindur ella skrið av útnyrðingi og norðri, 15 [...] 10 til 15 m/s, sum mikukvøldið hækkar í ein útnyrðing. Yvirhøvur skýggjað og ælaveður, serliga í kvøld. Hitin millum 3 og 7 stig. Í morgin Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s [...] storm, 23 m/s og í hvirlunum upp í hvassan storm, upp í 28 m/s. Um náttina makar hann vindin aftur niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og kavaælingur og hitin millum
regn. Um kvølidð og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, tað fer at regna meiri og vátaslettingur í støðum. Hitin millum 2 og 7 stig. Skírisdag Hann [...] Um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt og hitin millum 1 og 4 stig, í støðum niður í 3 kuldastig. Langa fríggjadag Lot til gul av eystanættum, 2 til 5 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur [...] Eitt hátrýst við Jan Mayen liggur mest sum í stað og viknar, og eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Skotlandi fer í ein útnyrðing og leggur seg sunnan fyri Ísland. Brúgvaløg haðani reka inn yvir Føroyar í
Ísland – 5 kvinnur og 7 mans – eru øll í bestu árum. Onkur ungur er við eisini. – Ætlanin er at heilsa upp á íslendingar og knýta bond, so góða sambandið og samstarvið millum Føroyar og Ísland kann taka [...] hava altíð sæð upp til íslendingar og hava nóg at læra av teirra arbeiðsemi og úthaldni eins og av teirra virðing fyri máli og mentan, siga prestarnir Sverri Steinhólm og Bergur Debes Joensen. Umframt at [...] alt Ísland, har teir hava møti og gudstænastur í íslendskum kirkjum. Við koma tveir føroyskir prestar, sum leiða toymið – Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og fongsulsprestur og Bergur D. Joensen, sum er sók
mannarættindivog støðufesti í heiminum og at fremja tryggleika Føroya fólks og fólkaræði tess, tryggja landa- og sjóumveldi og verja ta vælferð, undirstøðukervi og tær samfelagsskipanir, sum hava týdning [...] øllum trygdar- og verjupolitiskum tilgongdum og avgerðum, sum í sínámillum viðurskiftum við onnur lond og í millumtjóða høpi eru viðkomandi fyri Føroyar, og tað øki, Føroyar eru partur av. 7) Samstarv um [...] millumtjóðaavtalur og samstørv. 3) Føroyar skulu taka egna ábyrgd í trygdar- og verjupolitikki. Allar ætlanir og avgerðir um tað, ið fer fram í føroyskum sjógvi, landi og í loftrúmi, skulu viðgerast av føroyskum
fram til oddin. Og hoyvíkingar vóru eisini uppsettir til dystin, og tað var fyrst og fremst tí teir stríddust fram úr væl, at teir vunnu. Í hálvleikinum var H71 frammanfyri 12-8, og til tá og fram til 10 minuttir [...] vitjan av Neistanum, og heldur ikki standingar høvdu trupulleikar við at vinna. Teir fóru beinanvegin fram um gestirnar, og hildu leiðsluna tíðina út. Í hálvleikinum var 16-7 til StÍF, og tá var munurin millum [...] Toppskjútti hjá H71 var Halgir Dal-Olesen, sum gjørdi 9 mál, og Jákup Símun Simonsen gjørdi 8 mák. Hjá Kyndli gjørdi Bárður Johannesen 5 mál. VÍF og StÍF ongar trupulleikar Hóast KÍF kom fram um 3-0, høvdu