Róland Waag Høgnesen deyður

Leygardagin 12. juli andaðist Róland Waag Høgnesen, 75 ára gamal.

Hann var klaksvíkingur, sonur Turid Waag úr Vági, Klaksvík, og Jóan Magnus Høgnesen, av Toftanesi í Lorvík. Barnaárini var Róland nógv í Mikladali, og hann vitjaði seinni javnan í Mikladali og stundum eisini á Trøllanesi.
Róland tók realprógv í Klaksvík og síðani studentsprógv í Havn í 1948. Hann fór til Keypmannahavnar at lesa og gjørdist í 1971 cand.mag. í søgu og kristni.
Hann búði í Danmark, síðani hann fór niður at lesa. Eftir lokna útbúgving hevði hann ymisk størv, ma. var hann í fimtan ár hjá Det Udenrigspolitiske Selskab. Hansara áhugi fyri og kunnleiki til alheims politikk gjørdu, at hann av og á hevði fyrilestrar í danska útvarpinum og kronikkir í donskum bløðum um uttanríkispolitikk.
Hann starvaðist á Gladsaxe Gymnasium 1969-71 og á Gl. Hellerup Gymnasium 1971-1994, har hann undirvísti í søgu, kristni og fornaldarfrøði. Eitt skifti var hann lestrarvegleiðari og í 7 ár valdur álitismaður fyri starvsfelagarnar. Hann var ofta próvdómari til studenta- og HF-próvtøkur í Føroyum, bæði í skriftligum og munnligum. Hann var eisini vegleiðari á námsfrøðiskeiðum og undirvísti á eftirútbúgvingarskeiðum.
Mangir føroyskir lesandi munna minnast Róland og hansara ídni fyri virkseminum í Studentafelagnum, har hann var formaður 1952-54. Haraftrat var hann formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins 1957-68. Í hansara formanstíð kom m.a. bóklingurin Heimastýri-Sjálvstýri. Hann var nevndarlimur í Meginfelag Føroyskra Studenta í mong ár.
Á ungum árum gjørdist Róland sjálvstýrismaður, og hann styðjaði Sjálvstýrisflokkin alla sína ævi. Í Danmark valdi hann Det Radikale Venstre, og í 14 ár var hann formaður í felagnum hjá Teimum Radikalu í Herlev, har hann búði. Hann varð stillaður upp nakrar ferðir til kommunuval og eina ferð til amtsráðsval.
Róland hevur skrivað nógvar greinar í føroyskum bløðum og hildið fyrilestrar í Útvarpinum, mest um søgulig evni. Hann skrivaði eisini ummæli. Tey seinastu árini skrivaði hann nógvar greinar um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar
Í 1951 giftist Róland við Ebbu Holm Nielsen úr Karise. Hon var fødd í 1927 og doyði í 1998. Tey fingu døturnar Turid, Sonju og Eydnu, sum býr í Føroyum.