Niður í fýra kuldastig

Eitt hátrýst við Jan Mayen liggur mest sum í stað og viknar, og eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Skotlandi fer í ein útnyrðing og leggur seg sunnan fyri Ísland. Brúgvaløg haðani reka inn yvir Føroyar í dag. Í morgin fer lágtrýstið í ein sunnan og ein veikur hátrýstsryggur førkast frá Íslandi og í ein eystan inn í Norðhavið.

 

Veðrið í dag

Út á fyrrapartin makar hann vindin í gul til stívt andøvsgul av landsynningi. Framvegis skýggjað, men stundum regn. Um kvølidð og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landsynningi, 8 til 13 m/s, tað fer at regna meiri og vátaslettingur í støðum. Hitin millum 2 og 7 stig.

 

Skírisdag

Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av eystri, 5 til 10 m/s, um náttina enn minni vindur. Ælaveður, lutvíst sum vátaslettingur, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig. Um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt og hitin millum 1 og 4 stig, í støðum niður í 3 kuldastig.

 

Langa fríggjadag

Lot til gul av eystanættum, 2 til 5 m/s. Samdrigið og okkurt æl, lutvíst vátaslettingur ella kavi. Hitin millum 3 og 5 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Leygardagin

Lot til gul av landnyrðingi, 2 til 5 m/s, sum um kvøldið øtlar í gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 m/s. Okkurt æl, lutvíst sum vátaslettingur ella kavi, men eisini onkrir sólglottar. Hitin um dagin millum 3 og 5 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 2 hitastig.

 

Páskadag

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s. Fyrst yvirhøvur skýggjað og møguliga vátaslettings- ella kavaæl, um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt. Hitin um dagin um frostmarkið, um náttina niður í 4 kuldastig.

 

2. páskadag

Hann øtlar vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Ælaveður, men møguliga sólglottar. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.