Frank Skytte: -Eg og Tofta Ítróttarfelag hóska ikki saman

Danski venjarin hjá B68, Frank Skytte, gevst á Toftum eftir hetta kappingarárið.

- Eg og Tofta Ítróttarfelag hóska ikki saman, og tí verið eg ikki venjari hjá B68 komandi kappingarár, sigur Frank Skytte

Frank Skytte leggur tó dent á, at hann ætlar sær at gera arbeiðið á Toftum liðugt, og at tað verður arbeitt hart fram til 4. oktober, tá landskappingin endar.

Tá vit spyrja Frank Skytte nærmari um, hvørjar orsøkir gera, at hann og B68 ikki hóska saman, fortelur hann, at tað vil hann ikki útgreina, men at tað einamest er ting í gerandisdegnum rundan um felagið, sum gera tað, at samstarvið millum hann og B68 ikki hevur virkað til fulnar.

Nýtt klausul
Sáttmálin hjá B68-venjaranum fevndi annars yvir tvey ár, men B68-leiðslan vildi hava ein klausul um, at báðir partar kundu siga sáttmálan upp eftir eitt ár, og tað er júst tað, Frank Skytte hevur valt at nýta.

- Tað var ikki eg, sum upprunaliga bað um klausulin, men B68-leiðslan, og nú er tað so eg, sum nýtið hann, sigur danski B68 venjarin.

Frank Skytte vísir á, at talan ikki er eina óverandi støðu á Toftum, men bara, at partarnar ikki eru samdir á fleiri økjum. Danski venjarin á Toftum metir ikki, at hann hóskar inn í bygdarmyndina á Toftum, og tað er bæði á tí persónliga og ítróttarliga økinum, og tá soleiðis er statt, er frægast fyri báðar partar at steðga samstarvið.

Frank Skytte boðaði B68-leiðsluni frá síni avgerð longu eftir dystin ímóti HB 7.juli, og tá var so ætlanin, at B68 skuldi almannakunngera avgerðina, men hetta varð ikki gjørt.

- Mín ætlan var, at B68-spælararnir skuldu fáa tað at vita eftir HB-dystin, so at tá vit møttust eftir summarfrítíðina vóru spælarar klárir yvir, at eg gavst við kappingarlok, men tað hetta hevur leiðslan ikki gjørt, og eg eri ikki heilt klárur yvir, um teir hava gjørt tað enn, tí mær vitandi eru tað spælarar í B68-hópinum, sum enn ikki vita av tí, at eg gevist, sigur Frank Skytte

Eftir dystin ímóti HB 7.juli, sum toftamenn taptu 3-1, hevur gingið rættiliga striltið. Liðið hevur leikt tveir dystir ímóti botnliðum, og báðir dystirnir eru endaðir við javnleiki. Fyrst var TB á Svangaskarði, og tann dysturin endaði málleysur, og vikuna eftir spældu toftamenn 3-3 á Mølini ímóti EB/Streymi.

Hevði B68 fingið fulla úrtøku úr teimum báðum dystunum, so høvdu teir ligið ovastir á stigartalvuni í dag saman við NSÍ, men nú liggja teir í staðin á einum sætta plássi í føroysku landskappingini.

Tó so, allar súðir er langt í frá syftar enn, og toftamenn eru framvegis við í stríðnum um FM-heiti, tí frástøðan til oddaliðið er ikki meir enn fýra stig.

Spurdur um arbeiðið hevur verið øðrvísi, síðan hann tók avgerðina at gevast á Toftum, svarar Frank Skytte, at tað hevur tað ikki verið, og leggur enn einaferð dent á, at hann er professionellur, og ætlar sær at gera arbeiðið liðugt á Toftum.

- Eg valdi at siga frá míni avgerð tíðliga, so B68 fekk góða tíð at leita sær eftir nýggjum venjara, og tað er ikki meir enn hóskandi frá míni síðu, sigur Frank Skytte.

Tá vit spyrja um tað er kuril á tráðnum millum seg á B68-spælararnar, svarar Frank, at har er als ongin kuril, og hann altíð mett seg sjálvan sum "spillernes mand", sum hann sjálvur tekur til, og høvdu tað verið trupulleikar, so hevði hann varnast tað, vísir Frank Skytte á.

Framtíðin
Spurdur um hann kundi hugsa sær at verið verandi í Føroyum, svarar Frank, at hann er opin fyri øllum møguleikum, og hann ikki kann útihýsa møguleikanum at framhaldandi at vera venjari í Føroyum.

- Nú hevur tað ikki verið almannakunngjørt, at eg verði leysur, so eg havi ikki verið í samband við nakað felag enn, men í míni 24 ára gomlu venjaratíð, havi eg aldrin sjálvur søkt eitt venjarastarv, so eg eri ikki bangin fyri at ganga arbeiðsleysur komandi kappingarár, greiðir Frank Skytte frá.

Hvussu verður við danska framherjanum í B68, Anders Nygaard, komandi kappingarár, veit Frank Skytte ikki at siga, men Anders Nygaard hevur fylgt Frank Skytte seinastu fýra árini, og tí kann væl hugsast, at hann eisini verður í tí felagi, sum Frank Skytte velur at venja komandi kappingarár.

Frank Skytte hevur venjari seinastu árini verið venjari í bæði Glostrup og Hvidovre, og í báðum feløgum var Anders Nygaard við, og nú leiðin gekk til Føroya, fylgdi danski framherjin í B68 eisini við Frank Skytte.