Ein nýggj kanning hjá amerikanska landbúnaðarmálaráðnum vísir, at 97 prosent av fólkinum vaska hendurnar skeivt. Í kanningini hava eygleiðarar hugt eftir 393 fólkum, sum skulu gera sær ein kalkunburgara og eina salat. Fremsti feilurin hjá teimum var, at tey ikki vaska hendurnar nóg ofta. Tey vaskaðu bara hendurnar ein triðing so ofta, sum tey burdu, og tey vaska ei heldur hendurnar rætt, siga tey, ið hava gjørt kanningina, sambært norska matmiðlinum godt.no.
Tað týdningarmesta fyri at vaska hendurnar rætt, er at skrubba tær við sápu í minst 20 sekund, áðrenn tú skolar sápuna av. Í kanningini vísti tað seg, at fleiri ikki gjørdu hendurnar vátar, áðrenn tey fingu sær sápu.
- Man skal vaska hendurnar við sápu og í lunkaðum vatni. Ofta gloyma fólk at vaska handarbakið, millum fingrarnar ella tumlarnar. Harumframt vaska vit ov stutt, sigur Horst Bentele, sum er ráðgevi í norska fólkaheilsuráðnum.
Tað er týdningarmikið at vaksa hendurnar, eftir at ein hevur verið á vesinum, snýtt sær, hosta ella nosið í hendurnar. Tær skulu eisini vaskast, tá tær eru skitnar og altíð, áðrenn ein fer at gera mat. Onkuntíð mugu tær eisini vaskast, meðan vit matgera.
- Um ein fæst við rátt kjøt, serliga høsnarunga, og síðani skal fáast við mat, sum ikki skal steikjast ella kókast, so sum salat, so er neyðugt at vaska sær. Hetta gloyma mong. Ein eigur eisini at vaska sær, áðrenn ein fer til borðs, sigur Horst Bentele.
Soleiðis vaskar tú tær rætt:
1. Ger hendurnar vátar og nýt nokk av sápu til at breiða út yvir báðar lógvarnar.
2. Gníggja hendurnar móti hvør aðrari.
3. Gníggja høgra lógva móti vinstra handarbaki, eisini millum fingarnar, og mótsatt.
4. Gníggja lógvarnar hvør móti øðrum og flætta fingrarnar.
5. Gníggja baksíðuna av fingrunum móti hinum lógvanum. Læs fingrarnar.
6. Tak høgra tummil í vinstra lógva og vríggja nakrar ferðir, og umvent.
7. Legg fingrarnar á høgru hond í vinstra lógva og vríggja nakrar ferðir, og umvent.
8. Skola hendurnar undir rennandi vatni.
9. Turka hendurnar væl.