skiparanum Johan í Gjørðum í Porkeri, 87 ár. Eftir eru Margreta, sum hevur búð í Danmark síðan hon var ung, og Anna, ið somuleiðis býr í Danmark. Einasti bróðir, ið eftir er, er Sigurd, sum býr í Hoyvík og er [...] mjólka teimum átta kúnum í kjallaranum. Hon var í bønum í hoyna. Hon gjørdi ikki bert matin og vaskaði upp, men hon vaskaði eisini klæði í baljuni og skolaði tey í lækjuni. Hon var í torvi við øllum børnunum [...] men tað fjórða var hon at fara. Í 1975 doyði John, tann kendi útróðrarmaðurin á Argjum, 66 ár. Elsti bróðirin Johan, sum var skipari og reiðari, doyði í 1989, 84 ár. Í 1993 doyði Elsa, sum var lærarinna
-Tað er skil í honum, skal mamma hansara, Birgitta, hava sagt um Fredrik Reinfeldt, og nakað man vera í tí, tí hon hevur drúgvar royndir at menna leiðarar. Fredrik Reinfeldt vaks upp í Täby norðan fyri [...] og 6 ára gomul. Barnaheimið í Täby var eitt vanligt svenskt meðalstættarheim, har skil og varsemi vóru í hásæti. Í dag er Fredrik Reinfeldt forsætisráðharraevni og formaður í borgarliga flokkinum Moderaterna [...] linum í 1994 fekk Moderaterna ein dyggan frammaná frá veljarunum. Fredrik Reinfeldt kom til ta niðurstøðu, at flokkurin hevði ein trupulleika í formanninum Carl Bildt, tí hesin myndaði flokkin í einum
burturúr. Í 1928 vann saman við liðfeløgunum OL-gull í Amsterdam, og tvey ár seinni vann hann saman við liðfeløgunum fyrsta HM-endaspælið í søguni á heimavølli í Uruguay. Undir HM-endaspælinum í 1930 skoraði [...] írska liðið, Dundalk - sum vit føroyingar kenna væl - vann 2-1 á Zürich í dysti á útivølli í Europa Cup í 1963 skoraði Jimmy Hasty annað málið og legði upp til hitt málið. Dundalk tapti tó 0-3 á heimavølli [...] HM-endaspælinum í Sveis í 1954. Tá vunnu vesturtýskarar í finaluni í Bern 3-2 á heimsins besta landsliðið tá, Ungarn. Héctor Castro úr Uruguay, ið hevði kelinavnið: "El Manco" (hin einarmaði) spældi 25 landsdystir
aftur frá síni tíð sum avloysari í prestagjaldinum í oktober og november í ár. Men at skula prædika út gjøgnum ein so sterkan miðil sum eitt sjónvarp krevur nakað annað av presti og fyrireiking hansara [...] hann í hesi prædikuni at útdýpa tvey hugtøk í tekstinum: Tað at vera ein meinbogi og hvat rættvísi er. - Eg royndi at hava eina heldur breiðari tiltalu í prædikuni, við at bjóða føroyingum við í prædikuna [...] hann aftrat. Í hesi greinini ber til at fáa eitt lítið innlit í, hvussu ein prestur arbeiðir við dagsins teksti, sum skal berast fram í eini kirkju og gjøgnum Kringvarp Føroya ein sunnudag í desember. S
Í SvF-kjaksending millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og formannin í fíggjarnevndini herfyri og eisini bløðunum aftaná, hava verið sjónarmið um øktu nýtsluna hjá Vinnumálaráðnum, sum ikki samsvara [...] snara fatanina hjá fólki frá veruleikanum, skal í stuttum verða greinaðar rakstrar- og løgujáttanirnar í Vinnumálum. Í kjaksendingini legði landstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á, at trupult verður at spara [...] Hon er á fíggjarlógini fyri í ár og verður annars mett at kosta 3 mio kr minni í 2003. Umframt minnikostnaðin, hevur undirritaði skotið upp annað útrokningargrundarlag, sum fer at gera skipanina enn bíligari
Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist ikki B36 at vinna øll stigini í Gundadali móti liði, sum stríðist um niðurflyting. Fyrr í ár fekk Skála málleysan javnleik í høvuðsstaðnum, og í gjár fingu [...] gar stig heim við í viðførinum. Tvey heldur sjáldsom mál var uttan iva tað, sum sat eftir í minnunum á flestu áskoðarunum eftir dystarlok í gjár. Hóast B36 var nógv á bóltinum, og í løtum hevði møguleikan [...] dystin, so vildi bólturin ikki í netið. Eina stigið var tryggjað, tá Karoly Potemkin slapp ígjøgnum í høgru, og sendi í feltið, har Áki Petersen var óheppin at beina bóltin í egið mál. Og tað var einsta løtan
fyri fíggjarliga, fyri at at byggja ellir og røktarheim. Í hesum sambandi verða fýra ellis og røktarheim bygd í Vági, í Vestmanna, í Havn og í Klaksvík, fyri at nøkta ein bráðneyðugan tørv á búplássum [...] langt aftur í tíðina, siga keldur í samgonguni fyri Sosalinum. Tí duga tey ikki at síggja nakað høpi í eini sparing, sum hesari. Ætlanin er at hesi tiltøkini skulu setast í verk longu næsta ár. Óhóskandi [...] fleiri keldur í samgonguni fyri Sosialinum. Men ongin av teimum vil leggja navn til, tí tey eru greið yvir, at hetta fer at vera eitt rættiliga umstrítt mál. Hinvegin vísa tey á, at í løtuni hava kommunur kring
sat seinast í 1970-unum og fyrst í 1980-unum í býarstýrinum í spanska høvuðsstaðnum fyri flokkin, Partido Reformista Democrático. Tað er tó ikki í politikki, at hann bleiv bæði landskendur í Spania, og [...] Champions League í 2000 og 2002, Primera Liga í 2001 og 2003, Copa de Rey í 2002 og 2004. Hóast Perez gjørdi tað gott fíggjarliga, við góðari marknaðarføring kring heimin, serliga í Asia, so fekk hann [...] Vicente Boluda hava allir roynt seg. Onkur hevur bara sitið nakrar krákumánaðar í forsetasessinum. Comeback Men Florentino Perez kláraði ikki at halda seg úti á síðulinjuni leingi. 14. mai í ár boðaði Perez
skelk, skrivar AP úr Waco. Bikini-forboð í Brasil Býráðið í brasilska býnum Rio de Janeiro hevur samtykt, at í framtíðini skulu bikiniklæddar kvinnur ikki brúkast í reklamum hjá ferðavinnuni. Vanliga verður [...] at fáa semju um, hvør skal taka við. Afrikanski Eindarfelagsskapurin og ST hava skotið upp, at forsetin verður sitandi í eitt ár afturat, men at hann og forsætisráðharrin skulu býta valdið sínamillum, til [...] fyri, hvat kann henda. Í fjør skipaðu hermenn, sum styðja forsetan, fyri umfatandi ófriði í stórbýnum Abidjan, og sambært útlendskum keldum royna teir nú at øsa fólk har vesturi í landinum. Tað kann enda
hugskotið at hava eina IM-kapping í Suðuroy. Oyggin hevur ligið í talvdvala síðani Sumbiar Talvfelag datt niðurfyri fyri umleið seks árum síðani. Talvfelagið sunnast í Føroyum varð sett á stovn í 1993 og [...] hjá honum at blanda seg í oddastríðið. Kappingin verður í døgunum 18 - 25. juni. Upprunaliga varð ætlanin at skúlin í Trongisvági skuldi hýsa kappingina, men telvað verður í staðin í skúlanum á Tvøroyri. [...] Sandoynni, Mogens Nielsen, hevur aftur í ár veitt Rana eina góða og effektiva hjálpandi hond. Millum annað við at finna fram útlendsku telvararnar. Mogens verður eisini dómari í kappingini. Fyri stuttari tíð síðani