Yvir 30 pláss á ellisheimum sparast burtur

Samstundis sum ellis-og røktarheim verða bygt til yvir 100 fólk fyri at nøkta ein akuttan tørv, ætlar samgongan nú at niðurleggja yvir 30 pláss á verandi sambýlum og Ellis- og røktarheimum og at flyta búfólki á teir nýggju stovnarnar

Samstundis sum tørvurin á búplássum til eldri, er akuttur, arbeiðir samgonga nú við eini ætlan um at niðurleggja yvir 30 pláss á verandi ellis- og røktarheimum og sambýlum kring landið.
Hetta verður gjørt fyri at rationaliserað eldraøkið og sostatt fyri at spara pengar.
Í hesum sambandi hevur Rósa Samuelsen sent limum í samgonguni eina ætlan um at niðurleggja hesi eldraplássini og at flyta búfólkið á tey nýggju ellis og røktarheimini, sum nú verða bygt.
Hetta vátta fleiri keldur í samgonguni fyri Sosialinum.
Men ongin av teimum vil leggja navn til, tí tey eru greið yvir, at hetta fer at vera eitt rættiliga umstrítt mál.
Hinvegin vísa tey á, at í løtuni hava kommunur kring landið spent seg hart fyri fíggjarliga, fyri at at byggja ellir og røktarheim.
Í hesum sambandi verða fýra ellis og røktarheim bygd í Vági, í Vestmanna, í Havn og í Klaksvík, fyri at nøkta ein bráðneyðugan tørv á búplássum til eldri.
Eisini landsstýrið hevur ásannað, at tørvurin er akuttur og tí hevur landskassin eggja til at fáa gongd á bygging av eldrabýlum, tí tørvurin hevur verið so átrokandi.
- Men skulu yvir 30 pláss nú niðurleggjast, er lítið vunnið, tí so eru vit aftur flutt langt aftur í tíðina, siga keldur í samgonguni fyri Sosalinum.
Tí duga tey ikki at síggja nakað høpi í eini sparing, sum hesari.
Ætlanin er at hesi tiltøkini skulu setast í verk longu næsta ár.

Óhóskandi
Tey plássini, sum talan er um at niðurleggja, eru pláss á sambýlum, sum verða mett at verða illa hóskandi til eldrabústaðir.
Í hesum sambandi verður nevnt, at sambýli er á Tvøroyri, sum ikki verður mett at vera tíðarhóskandi bústaðir.
Somuleiðis eru fleiri tveymanskømur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi og ætlanin er eisini at gera tey til einmanskømur.
Ætlanin er so at flyta tey búfólkini á nýggja ellis- og røktarheimið, sum verður bygt í Vági.
Harafturat er eisini ætlanin at niðurleggja eldrapláss aðrastaðni í landinum og flyta búfólki á teir nýggju stovnarnir, sum verða bygdir.
Ongin avgerð

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur ongar stórvegis viðmerkingar til málið.
Hinvegin leggur hon dent á, at samgongan hevur álagt henni at seta sparingar í verk á almannaøkinum og at ongin møguleiki verður útihýstur.
- Tilsamans skal hon spara 30 milliónir á almannaøkinum. Tær fyrstu 12 milliónirnar er ætlanin at spara við at strika automatisku hækkingina á almannaveitingum, sum vit greiddu frá í fríggjadagsblaðnum.
So eru 18 milliónir eftir, sum skulu sparast upp á aðrar mátar.
Men hon leggur kortini dent á, at ongin avgerð er tikin enn um nakað sum helst.
- Vit eru í eini tilgongd fyri at kanna, hvørjar sparingar skulu setast í verk og vit skulu eisini kanna, hvørji tiltøk, politisk undirtøka er fyri at seta í verk.
Kortini staðfestir Rósa Samuelsen, at hon hevur ongar trupulleikar at geva fólki, sum búgva í tveymanskamari, mannsømilig kor.
- Tað hoyrir ikki heima nú á døgum, at fólk, sum einki hava við hvørt annað at gera, skulu búgva saman, so eg havi ongar trupulleikar at bera so í bandi, at tey fáa betri umstøður, sigur hon.