Talv
Enn einaferð er tað Rani Nolsøe, ið er høvuðsmaður aftanfyri stór talvtiltøk. Atljóða talvdómarin og talvlærarin hjá børnunum á Sandoynni, Mogens Nielsen, hevur aftur í ár veitt Rana eina góða og effektiva hjálpandi hond. Millum annað við at finna fram útlendsku telvararnar. Mogens verður eisini dómari í kappingini.
Fyri stuttari tíð síðani fekk Rani hugskotið at hava eina IM-kapping í Suðuroy. Oyggin hevur ligið í talvdvala síðani Sumbiar Talvfelag datt niðurfyri fyri umleið seks árum síðani. Talvfelagið sunnast í Føroyum varð sett á stovn í 1993 og framanundan hevði einki talvfelag verið í Suðuroy í fleiri áratíggir.
Tí helt Rani, at tíðin var komin at fáa suðringar at lata eyguni upp aftur fyri áhugaverdu heilaítróttini. Spennandi verður at vita um kappingin fer at skapa áhuga í oynni.
Ung kvinna við
Tá fíggingin varð komin uppá pláss, fór Mogens í holtur við at finna tittultelvarar í grannalondum okkara. Eftir stutta tíð vórðu allir tíggju telvararnir funnir. Fýra útlendingar og seks føroyingar.
Tíverri komu nøkur avboð, men maður kemur jú í mans stað. Í einum føri kom tó ein ung kvinna í mans stað, nevnliga 22 ára gamla atljóða kvinnuligi meistarin Oksana Vovk úr Danmark.
Góðar vónir
IM John Shaw, sum vit kenna frá FM 2003 í Havn, er ein av útlendsku gestunum. Shaw og IM Emil Hermansson eru helst favorittar at vinna á Tvøroyri.
John Arni Nilssen vitjar aftur á klettunum. Seinast hann telvaði í føroyum var á heysti 2002, tá føroyski eittarin luttók í 1st Klaksvík International. John Arni hevur mangan víst at hann telvar sum ein sterkur altjóða meistari.
Rani og Mogens meta vónirnar vera serliga góðar fyri John Arna at vinna sær sín triðja og seinasta IM-norm á Tvøroyri. Til hetta krevst 6,5 stig av 9 møguligum,
Heini Olsen, Martin Poulsen og Flóvin Tór Næs fingu innbjóðing, men teir høvdu ikki stundir at luttaka á hesum sinni. Í teirra stað vera Hans Kristian Simonsen, Ólavur Simonsen og ungi tvøroyramaðurin Sjúrður Thorsteinsson. Stjørnuskotið frá FM á Oyrarbakka, Helgi D. Ziska, fekk innbjóðing, men mátti geva avboð. Tí sleppur Sjúrður at royna seg á heimavølli.
John Rødgaard, sum heldur til á Tvøroyri, hevur telvað væl hetta seinasta árið og góðir møguleikar eru uttan iva hjá honum at blanda seg í oddastríðið.
Kappingin verður í døgunum 18 - 25. juni. Upprunaliga varð ætlanin at skúlin í Trongisvági skuldi hýsa kappingina, men telvað verður í staðin í skúlanum á Tvøroyri. Tíggjunda og seinasta umfar verður á sjálvari Jóansøku.
Vinnarin av 1st Suðuroy International fær 5000 krónur. Nr. 2 og 3 fáa ávíkavist 3000 kr. og 1500 kr.
Klaksvík International kappingarnar, sum Rani seinastu árini hevur skipað fyri, eru ikki farnar í gloymibókini. Als ikki. Arbeitt verður við at hava 4th Klaksvík International nú komandi heyst.
1st Suðuroy International
Luttakaralistin
1IMShaw John2462
2IMHermansson Emil2454
3IMNilssen John Arni2432
4FMRødgaard John2372
5FMGlud Jacob Vang2319
6 Simonsen Hans Kristian2317
7 Simonsen Ólavur2254
8 Samuelsen Carl Eli Nolsøe2238
9WIMVovk Oksana2122
10 Thorsteinsson Sjúrður(2100)









