Forsetin hugsar aftur stórar tankar

Florentino Perez hevur enn einaferð tikið við forsetasessinum í Madrid. Og beinavegin er komin rumbul í fótbóltsheimsmarknaðin

Fótbóltur

 

62 ára gamli Florentino Perez er útbúgvin, sum sivilverkfrøðingur. Perez sat seinast í 1970-unum og fyrst í 1980-unum í býarstýrinum í spanska høvuðsstaðnum fyri flokkin, Partido Reformista Democrático. Tað er tó ikki í politikki, at hann bleiv bæði landskendur í Spania, og við tíðini heimskendur.

 

Royndi í 1995

Florentino Perez royndi fyrstu ferð at gerast forseti í Real Madrid, til valið tann 19. februar í 1995. Hann førdi at hart valstríð, um fíggjarligu vanstýringina av kongaliga felagnum, men Perez tapti valið við bert 700 atkvøðum til Ramón Mendoza.

Til forsetavalið í árinum 2000 lá betur fyri, hesaferð vann Perez á Lorenzo Sanz. Lyfti um, at føra Luis Figo frá arvafíggindanum, FC Barcelona og til Real Madrid hjálpti væl til valsigurin.

Í 2004 var Florentino Perez afturvaldur við 94,2 % av atkvøðunum. Í hesum tíðarskeiðnum eydnaðist tað Perez at føra mangan víðagitnan fótbóltsspælaran til Real Madrid. Brasiliansko Ronaldo – fyrri Ronaldo – Zinedine Zidane, David Beckham, Michael Owen, Robinho og Luis Figo vóru millum størstu nøvnini sum koma til Madrid.

 

Fitt av heitum

Real Madrid vann fitt av heitum hetta tíðarskeiðið. Champions League í 2000 og 2002, Primera Liga í 2001 og 2003, Copa de Rey í 2002 og 2004. Hóast Perez gjørdi tað gott fíggjarliga, við góðari marknaðarføring kring heimin, serliga í Asia, so fekk hann kortini nógvar atfinningar um, at hann var ov fokuseraður uppá tað marknaðarliga, heldur enn at vera fokuseraður uppá tað fótbóltsliga. 27. februar í 2006 boðaði Perez frá, at hann legði frá sær sum forseta. Í fráboðani var millum annað sagt, at felagið hevði tørv á nýggjum kreftum, fyri at fara nýggjar leiðir.

Tó hevur skilið ikki verið meir enn næstbest hesi árini millum 2006 og 2009. Real Madrid hevur havt heilar fýra forsetar hesa tíðina, Fernando Martin Álvarez, Luis Gómez-Montejano, Ramón Calderón og Vicente Boluda hava allir roynt seg. Onkur hevur bara sitið nakrar krákumánaðar í forsetasessinum.

 

Comeback

Men Florentino Perez kláraði ikki at halda seg úti á síðulinjuni leingi.

14. mai í ár boðaði Perez frá, at hann stillaði upp aftur sum forsetaevni. 1. juni var so kunngjørt, at Florentino Perez aftur er valdur forseti í Real Madrid.

Og sigast má, at Perez hevur gjørt eitt comeback við feitari skrift. 8. juni keypti hann brasilska Kaká frá AC Milan fyri eina upphædd, sum svarar til uml. 488 miljónir danskar krónur. Og tríggjar dagar seinni varð metið sett. 11. juni bjóðaði Perez 80 milliónir pund uppá portugisiska Christiano Ronaldo.

Innkeypspolitikkurin hjá Perez fer at gera tað møguligt hjá Real Madrid at selja nógvar troyggjur, ikki minst í Asia, og lagt er upp til eina nýggja røð við vunnum heitum í bæði heimligum og europeiskum høpi. Men atfinningarsamar røddir vilja vera við, at stjørnugallaríið kann gerast so stórt hjá “Los Galacticos”, at einsæris ego´ni kunnu fara at vinna á samanspælinum og samanhaldinum.

Tað hilnaðist væl við samanhaldinum og samanspælinum fyrst í hesi øldini, og vónar Perez sjálvsagt, at Real kann endurfinna stórleikan frá tí tíðarskeiðnum. Bert framtíðin fer at vísa, hvussu triðja forsetaskeiðið hjá Perez fer at hilnast.

Alheims pressudekningurin fer so ikki at mangla, tað hava keypini av Kaká og Ronaldo so sanniliga prógvað.